Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Yvirgangur hevnd fyri kolionalismuna?

2015-02-06 23:52

So fastgrógvin liggur kolonialisman, Evropa framdi í serliga Afriku, at handlar, ið selja matvørur, verða róptir fyri kolonialhandlar tvs. teir selja (seld) vørur, hvíti europearin framleiddi /dýrkaði á jørðini, vit høvdu rænt frá upprunaligu íbúgvunum. Vit kenna øll lýsingarnar og búmerkini við svørtum kvinnum, børnum v.m. og neyvan hava vit hoyrt nakran mótmæla, at vit eyðrændu londini, hvíti evropearin hevði hersett.

Tá kolonialiseraðu londini aftur gjørdust fræls, undraðust vit um, at tey kravdu endurgjald av ymsum slag, men vit undraðust stórliga tá tey fólkini, vit høvdu tvingsilsflutt til Evropa ella haft við okkum sum trælir, bílig arbeiðsmegi o.sfr. kravdu at verða javnsett við hvíta evropearin.

At fleiri av teim kendastu rithøvundum, sjónleikarunum, læknunum ella politikarunum høvdu afrikanskan ella indiskan uppruna, hildu vit vera eksotiskt og eins og danir ognaðu sær William Heinesen, so tú uttanlanda kundi lesa um “hin danska rithøvundan” William Heinesen, soleiðis ognaðu fransmenn sær Albert Camus, sum var úr Algir o.sfr. Tá hesi so fóru undir at skriva seg sum algirar, marokkanar ella indarir, hildu vit tey vera ótakksom og ein vandi fyri javnvágina millum londini.

At hin hvíti maðurin spankuleraði á afrikanska kontinentinum og í indiska ríkinum sum übermensch og hildu tað vera sjálvsagt, at afrikanar og indarar átóku sær tænaraleiklutin og ikki spædu við fjákutar dreymar um, at tey skuldu vera javnsett og javnmett við hvíta mannin. Sum sjálvasti Voltaire var sannførdur um, so var ein viðføddur munur á hvíta manninum og litta manninum. Litti maðurin hevði minni høvd enn vit og sambært vísindini, var tað prógv um, at litti maðurin var føddur við einum lægri IQ enn hvíti maðurin. Tað segði seg sjálvt, at hvíti maðurin var ætlaður at taka avgerðirnar, eiga fyritøkurnar, fáa tær góðu útbúgvingarnar, meðan litti maðurin var føddur til eitt lív sum tænari hjá hvíta manninum. Soleiðis var tað bara, og hevði ikki vísindin prógvað tað ferð eftir ferð.

Í 2014 vaknaðu gomlu fordómarnir og meiri ella minni íbúgvandi rasisman av álvara aftur og tá arabiski maðurin ikki dugdi at skilja, at Evropa var ætlað hvítum evropearum, noyddist hvíti maðurin at noyða arabiska mannin at hugsa ørðvísi, at hugsa rætt. Eitt var, at vit sendu boð eftir turkinum, filipinaranum, teilendinginum v.fl. tá tørvur var á arbeiðsmegi hansara í 60unum og serliga 70inum, men tað var ikki ætlanin, at teir skuldu festa røtur í Evropu. Sjálvandi skuldu teir flyta heimaftur tá vit ikki longur høvdu arbeiðsmegi teirra fyri neyðini.

At hin fremmandi so hevði fingið konu og børn, sum vóru fødd og uppvaksin í Evropu, høvdu vit gloymt at taka við tá roknistikki varð sett upp.

Nøkur ár gingu har toluligur friður var í heiminum, men so fekk hvíti evropearin saman við hvíta manninum í USA aftur kolonialiseringsdreymar, sum tilvildarliga rendi saman við sjálvsagda tørvinum á at “verja” evropisk og amerikansk “áhugamál”, tvs. amerikanska og evropiska oljuframleiðslu í arabisku londunum og Bush eldri og yngri, sendu saman við evropiskum leiðarum stórar herar suður um Ekvator at “berja niður hóttanina móti okkara áhugamálum”. At úrslitið gjørdist, at túsundir og aftur túsindir av ósekum irakum, og seinni, øðrum arabiskum fólkasløgum, vórðu myrd. At ein stórur partur av teim myrdu vóru børn og eldri fólk, umbóru vit við “collateral damage”, meðan arabiska fólkið, tey flestu teirra muslimar, ikki skiltu, at børn teirra ikki høvdu størri virði enn sum so, at tey vóru roknað sum “collateral damage”.

Tá hetta hendi høvdu hvítu londini longu drúgvar royndir í at stuðla suðuramerikanskar og arabiskar einaræðisharrar, sum kúgaðu og myrdu teirra egna, óseka fólk. Hvíti maðurin sendi einaræðisharrunum øll tey vápn, teir annars ikki høvdu ráð at keypa sjálvir og gjørdu tað lættari at myrða teirra egna fólk.

Men tá arbiska fólkið fór at hevna seg inn á evropisku og amerikansku og kravdu, at evropisku londini tóku ímóti teimum tá tey flýddu undan einum kríggji fyri og øðrum eftir, sum hvíti maðurin sjálvur hevði ábyrgdina av, noktaði hvíti maðurin at spæla við. Best og snøggast var um hin fremmandi slapp sær aftur hagar, tey vóru komin, les: nú hava vit ikki longur arbeiðsmegi, olju ella rávøru tykkara, stakk ein nýggjur trupulleiki seg upp. Stjórnirnar í londunum tey vóru flýdd úr, vildu hvørki síggja ella hoyra tey.

Ein teirra, sum gjørdi seg til sjálvbodnan talsmann fyri hvíta manninum, sum ynskti litta mannin hagar piparið einaferð vaks, er høgravendur politikari Hanus Samró, sum við sínum fjákutu loysnum, er eitt álvarslig prógv um, at fordómar og rasima er vánaligt stjórnaramboð. Og vit sum hildu, at “breckmanisman” var útdeyð, men nei, hatska rasisman og “white power” læran er av álvara rakna við aftur. Løgið tó, at tað ber væl til at ferðast í islamiskum londum og njóta blíðskapin, men løna alt aftur við hatri og fordómspropaganda.

vinarliga heilsan 
N-Jón Ellendersen