Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Yrkisútbúgvingar á vegamóti

2019-08-21 07:00

Visti tú..

At tað er blivið kul hjá teimum ungu at fara í læru?

Gongdin er vend. Tey ungu fara fegin í læru, nú nógv lærupláss eru tøk. Talið av nýggjum lærusáttmálum hevur ongantíð verið hægri enn nú. Hetta er ein útbúgvingarpolitiskur stórsigur, sum myndugleikar og vinna hava vunnið á mál við í felag.

Vit hava hoyrt tað umaftur og umaftur. Øll skulu ikki í student. Øll eru ikki bóklig. Summi skulu eisini í læru. Onkur skal eisini vera handverkari. Vit mugu hava útbúgvingar til hond og ond. Klókar hendur, hollar hendur. Tað er trupult at fáa lærupláss. Og so framvegis.

Men allar hesar útsagnirnar verða í hesum døgum gjørdar til skammar, tí veruleikin er, at vent er í holuni. Tey ungu fara fegin í læru, tá lærupláss eru tøk, og tá tey eru væl kunnað um møguleikarnar innan yrkisútbúgvingarøkið.

Fyri at fáa fleiri ung at velja yrkisútbúgvingarleiðina til – fakini og handverkini – hava mong sjónlig kunningarátøk verið samskipað í tøttum samstarvi millum vinnuna og útbúgvingarmyndugleikan, eitt nú “Greið frá tínum yrki”, FM fyri handverkslærlingar, rokniheftir fyri 8. flokk (Rokna við handverkaranum), skúlavitjanir á byggiplássum, starvsvenjing í framhaldsdeildini, les&lær blaðið og heimasíða, faldari frá MMR, kunning frá yrkisskúlunum og annað.

Átøkini hava hepnast stak væl, soleiðis at lærlingatalið er støðugt vaksandi, og ongantíð í nýggjari tíð hava so nógvir nýggir lærusáttmálar verið undirskrivaðir sum í 2018, har 378 nýggir sáttmálar vórðu undirskrivaðir, ella áleið helmingurin av einum ungdómsárgangi. Fyri árini 2003-17 var miðaltalið 36% av hvørjum árgangi.

Í míni tíð sum landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum arbeiddu vit miðvíst við yrkisútbúgvingarøkinum. Nýggja yrkisútbúgvingarskipanin, sum undanfarna samgonga setti í verk og spardi inn á bein, varð eftirmett. Og seinastu árini hevur drúgt og fruktagott samstarv verið við allar partar í skipanini. Øll hava verið samd um, at føroyska lærlingaskipanin er fín og verd at varðveita og menna, men avbjóðingar eru við teimum, sum ongan lærusáttmála fáa, umframt at fráfallið er nakað høgt.

Stórur tørvur var á at økja og betra um kunningina um yrkisútbúgvingar millum ung, og vinnan hevur leingi ynskt sær styttri skúlaskeið og upptøku tvær ferðir árliga. Eisini hevur verið arbeitt við eini konjukturskipan, so lærlingatalið verður støðugari og minni viðbrekið í mun til búskaparstøðu landsins.

Í vár varð komið á mál við øllum hesum í einum fyrimyndarligum trýpartasamstarvi millum myndugleikar, vinnu- og verkafeløg. Semjan fevnir eitt nú um: Nýggj og betri lærlingaskipan (Styttri skúlaskeið, upptøka tvær ferðir árliga, EUX setast á stovn - tilboð sum gevur atgongd til víðari lestur) . Merkantilu útbúgvingarnar verða endurskoðaðar og tillagaðar tørvinum á arbeiðsmarknaðinum. Fleiri læru- og praktikkpláss innan tað almenna. Viðlíkahald av landsins ognum sum liður í at fáa eitt støðugari lærlingatal. Heimildarlóg um at uppraðfesta landsvegahaldið og viðlíkahaldið av landsins bygningum. Útbjóðing av almennum arbeiðum setur krøv til fyritøkur um at hava lærlingar. Lønarútgjaldið til meistarar í sambandi við skúlagongd hjá lærlingum gerast konjunkturtengt. Arbeiðsgevarar stovna lærlingaráð. Felags kunning, vegleiðing og marknaðarføring av yrkisútbúgvingum. Forum fyri støðugari lærlingatali .

Tað krevur meira enn fýra ár at røkka á mál, og tí vilja vit sera fegin hava fýra ár afturat, har vit kunnu seta útbúgvingarpolitisku dagskránna, eisini innan yrkisútbúgvingarøkið. Og her er, eins og innan allar útbúgvingar, ein spurningur um at bjóða fleiri útbúgvingar út kring landið, umframt at tryggja dygdina í teimum útbúgvingum, sum verða bodnar út, og at bøta um møguleikarnar at byggja víðari omaná útbúgvingarnar.

Fleiri góð hugskot eru um útbúgvingar, sum áttu at verði settar á stovn. Nevnast kann yrkisútbúgving innan aling, sum eg sjálv haldi vera bæði spennandi og neyðug, útbúgving innan handil og marknaðarførslu, telduatstøði og skúlapartin innan almenna fyrisiting fyri at nevna nakrar. Harumframt eigur átakið at skapa fleiri lestraríbúðir sjálvandi eisini at umfata lærlingar.

So nú er bara at dríva á við menningini av føroyska útbúgvingarverkinum, bæði bókligar og yrkis, so okkara ungu koma á røttu hill og sleppa at nema sær júst ta útbúgving, sum tey koma at trívast og mennast í – landi og fólki at frama.

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin