Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Welcome to Faroe Islands, are you All Inclusive?

2019-08-06 17:25


Ferðavinnan er tað triðja beinið, ið Føroyar hava at standa á, um hon verður handfarin rætt.

Tað, sum dregur ferðafólk hendanvegin, er okkara vakra náttúra og tað, at alt í Føroyum, sum so, er “All Inclusive”. Tað kann ikki vera meiningin, at ferðafólk skulu kunna vitja okkara best umtóktu støð, uttan at gjalda eina krónu. Allastaðni í verðini, skal tú gjalda fyri “særværdigheder”, so sum stuttleikaparkir, djóraparkir, borgir/slott o.a., sum viðkomandi land hevur at vísa á.


Bussar, sum koma til landið við ferðafólki, eiga at rinda eitt ávíst gjald, fyri hvønn ferðandi í bussinum, eins og vit skulu, tá vit koma til EU-lond.


Bóndin, sum eigur ella umsitur sítt øki, eigur at hava ræðisrættin til at selja sína vøru. So varð hetta eisini fyriskipað av kendum í umráðnum, og so høvdu vit nokk sloppi undan, at bjargingarfeløg og tyrlan vórðu send so ofta avstað til bjarging. 

Í dag síggjast ofta myndir, har ferðafólk sita har, sum lundin ikki klárar at standa við beinunum útav.

Tá eg var barn, varð tað prenta inn í okkum børn, at vit máttu ikki fara út á eggina. Hetta er ikki eitt telduspæl, har ein bara kann trýsta á “reload game”, um nú óhappið er úti.


Tað eru nógvar “særværdigheder” í Føroyum, náttúran í sær sjálvum og fleiri bygningar. Eg havi hug at nevna Hvalastøðina við Áir, sum er tann einasta av sínum slagi, sum stendur eftir á norðaru hálvkúlu. Hetta er tann fyrsti íðnaðurin, sum kom til Føroyar. Havi fingið at vita, at tað skulu setast 2-3 milliónir av, yvir nøkur fá ár, til liðugtgerð. Eg haldi, at hetta hevði verið eitt áhugavert ferðavinnumál, sum kann geva eitt gott íkast til ferðavinnuna í Føroyum.


Eg vil arbeiða fyri, at ferðavinnan verður væl fyriskipað, soleiðis at vit fáa eina góða inntøkukeldu úr fremmandum valuta til Føroyaland.


Jonhard Danielsen

Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið 2019