Vónandi kemur Sjálvstyrisflokkurin inn aftur

2015-02-12 22:48

Vónandi kemur Sjálvstyrisflokkurin inn aftur við størri og sterkarari megi, her verða nýggj andlit at síggja, og ikki minst at teir í valdir verða, skulu arbeiða fyri fólki í hesum landið býr.

Hølir skula fáast til vega sum kunnu nýtast til hospice (heim fyri deyðssjúk fólk), hvar tann sjúki og familja teirra kunnu vera seinastu tíðina.

Eldrabústaðir (vardur bústaður hjá gomlum fólkum) skula umvælast og gerast meira heimlig og ikki vera so hart rakt av sparingum.

Almannaverkið skal endurskoðast og vera meiri tillaga teimum sum hava fingið skaða ella álvarsligar sjúkur.

ALS skal endurskoðast og tillagast meira teimum arbeiðsleysu.

Búnaðarstovan skal endurskoðast.

Djóraverndarlógin skal endurskoðast. Lógin er ikki tíðarhóskandi longur og treingir til stórar ábøtur. Um persónur ella festari letur djór síni fella fyri vanrøkt, skal hesin eftir 3 ávaring hann fær, missa rættin til at hava djór ella festi.

Fyritíðarpensiónistar skulu fáa loyvið at flyta millum Føroyar og Danmark uttan so at hesi fólk skulu gerast syndabukkur í einum fólkaræðisligum/demokratiskum landi. Tað skal verða tað útgjald sum er galdandi í landinum ein flytur til ella frá.
Fólkapensjónistar sum eru gift skulu ikki verða fyri verri útgjaldi, enn tann sum er ógiftur/sambúgvi. Stuðulin til olju og el skal bert latast til persónar sum hava ein fastan bústað.


Øll 3 sjúkrahús skulu raðfestast væl hægri enn tey eru í dag. Allar kvinnur skulu innkallast til mammografi/røntgenbróstkanning, við lágmarkinum, 2 ferðir úr aldrinum frá 30 til 60 ár. Allir gigtsjúklingar skulu hava betri sømdir við at hava minst tveir gigtlæknar.

Vinarliga

Sofus Hansen