Vón fyri framman
2018-06-29 20:57
Í farnu viku setti eg
landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum ein fyrispurning um stjóralønirnar á
almennum stovnum og í almennu partafeløgunum. Nú er vón fyri framman, tí
landsstýriskvinnan vísir í svari sínum á, at nú verður farið undir at
eftirhyggja hendan partin. Mín vón er, at vit skjótast gjørligt fáa broytt
lønarskipanina, soleiðis at tað í framtíðini verður púra óhugsandi, at almennir
stjórar mánaðarliga forvinna á leið eina ársløn hjá einum vanligum arbeiðara.
Tá
talan er um eitt alment partafelag, hevur landið bæði ábyrgd og áhuga í
felagnum. Tí eigur avvarðandi landsstýrisfólk eisini altíð at hava ávirkan á,
at felagið verður rikið skynsamt. Tá ávísir stjórar í almennum partafeløgum fáa
mánaðarlønir, sum svara til árslønir hjá vanliga arbeiðaranum, er tað eftir
mínum tykki langt frá skynsomum rakstri av felagnum!
Tí fegnist
eg um, at Kristina Háfoss í sínum svari til fyrispurningin vísir á, at
Fíggjarmálaráðið í løtuni arbeiðir við at endurskoða almennar
nevndarsamsýningar, og at tað í sama viðfangi er ætlan um at eftirhyggja
lønarbygnaðin innan almennar leiðslur bæði viðvíkjandi stovnsleiðslum og
almennum partafeløgum.
Kristina
Háfoss vísir eisini á, at í nøkrum førum er ásett, at landsstýrið skal góðkenna
lønina hjá einum stjóra í almennum partafelag. Spyrt tú meg, átti hetta altíð
at verið gjørt. Tað er ikki í lagi, at lønirnir í tí almenna er so ymiskar. Tað
er órættvíst, og tað er harumframt kappingaravlagandi í mun til kappingina um
best egnaðu starvsfólkini. Tí almennir stovnar og privatar fyritøkur hava ongan
møguleika at bjóða starvsfólkunum somu løn. Tað skuldi tí verðið ásett við lóg,
at lønin hjá stjórum í almennum partafeløgum eigur at samsvara við miðallønina
fyri ein stjóra í almenna og privata
geiranum. Eisini haldi eg, at Landsgrannskoðanin eigur at gera vart við,
tá hetta ikki samsvarar.
Heðin
Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin
Fyrispurningur og svar kann lesast her: http://logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs?caseWrittenQuestion.id=800&menuChanged=55