Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vón fyri framman

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 

Fyrst fari eg at takka løgmanni fyri eina góða og jaliga løgmansfrágreiðing á Ólavsøku.

Eg seti prís uppá, at vit í Føroya landi hava ein løgmann, sum er jaligur og gevur okkara tjóð mót.
Men sjálvandi skal tað vera hald í tí sum verður sagt, og tað meti eg eisini at tað er. Eg meti, at vit veruliga ganga fram móti betri tíðum. MEN tað hevur verið ein strævin og tung tíð at fara ígjøgnum bæði við arbeiðsloysi og høgum skattum

Hugaligari at arbeiða
Skatturin var á slíkum støði, at tað loysti seg næstan ikki at gera ein eyka innsats, tí mestsum allur eykainnsatsurin fór í skatt. Hetta vildu vit sjálvandi ikki standa model til.
Skattabroytingar eru framdir, soleiðis, at tað í dag loysir seg at arbeiða. Fólk fáa í dag veruliga nakað burtur úr at gera ein eyka innsats og at arbeiða yvir. Tað gevur fólkinum størri arbeiðshug og tað er júst tað okkum tørvar. Nú loysir tað seg betri og er hugaligari at arbeiða - havi hug at siga teir tungastu tímarnir. Her meini eg við arbeiði tá flest onnur halda frí, so sum vikuskiftir og halgidagar.

Vend komin í
Vend er komin í føroyska búskapin. Lønarútgjaldingarnar vaksa, útflutningurin veksur, og halli minkar. Arbeiðsloysið er minkað seinasta árið, soleiðis, at tað í dag telist millum tey lægstu í Evropa.

Meir bjartskygni
Hetta hevur havt við sær, at føroyingar sum heild eru vorðnir meira bjartskygdur um framtíðina. Tað er at gleðast um.

Bústaðir
Í samband við almannaøkið kann eg upplýsa, at gongst sum ætla, verður eitt sambýli til sálarsjúk klárt at taka í nýtslu innan árlok í 2013. Bústaðir til heilaskadd í 2016. Ungdómspensjónat eisini í 2016. Sambýli til fólk við autismu og menningartarn í 2017, umframt eitt sambýli til fólk við minningartarni í 2018.
Eg frøðist somuleiðis um, at tað í Eysturoynni og Norðoyggjum skulu byggjast íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum. Longu seinasta fríggjadag var landstýriskvinnan Annika Olsen í Klaksvík og hugdi eftir umstøðunum . Tað er avgjørt, at hesar íbúðir skulu byggjast Við Mylnutún í Klaksvík, har gl. læknahúsini nú standa. Gl. læknahúsini verða tikin niður og íbúðirnar bygdar á staðnum. Talan verður um millum 10 til 16 íbúðir og tær skulu standa klárar á vári 2014.

Bíligari húsafígging
Landstýrið arbeiðir eisini fyri kappingarførum rentum á bústaðarlánum, eitt nú við realkreditlánum. Um neyðugt skal Húsalánsgrunnurin taka upp kappingina við at bjóða realkreditfígging.
So tað hevur onki við veruleikan at gera, tá andstøðan førir fram, at samgongan einans hugsar um tey vælbjargaðu.

Vit halda á við góðum treysti.