Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vitnisburður Dávids!

2013-08-30 21:43

Elskaði lesari! Hjálagda leinkja á “youtube.com” er um persónliga vitnisburðin hjá David, ið livdi eitt homoseksuelt lív í 27 ár.

Hvussu kann eg tá koma til Gud og verða frelstur og fáa frið? Jesus svarar soleiðis: ”Eg eri vegurin!” Hvussu kann eg vita, um hetta er álítandi? Jesus svarar: ”Eg eri sannleikin!” Hvussu kann eg verða sannførdur? Jesus svarar: ”Eg eri lívið!” Hvussu komi eg so til himmals? Jesus svarar: ”Eingin kemur til faðirin uttan við mær!” (Joh. 14. 6).

Tað, sum er menniskjum ómøguligt, er Gudi møguligt. Tí bjargingin burturúr syndini er 100 % gudilig. Góði, tá tú gevur lív títt til Jesus, verður tú fullkomiliga tváaður í dýra blóði Jesusar. Síðan halgar Gud teg við Heilaga Andanum, ið endurskapar Guds rættvísi í tær. At enda verður tú rættvísgjørdur av Gudi, tað vil siga, fríkendur frá vreiði Guds – sum um tú ongantíð hevur synda áður. (1. Kor. 6, 11).

Elskaði, tak eina støðu – tak ímóti Jesusi við trúgv. Ver góðviljaður og tak ímóti orði hins livandi Guds við góðum huga. Les dúgliga og bjóða Jesusi inn í títt dagliga lív. Amen!

Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig

<iframe width="420" height="236" src="//www.youtube.com/embed/aqdQ6_MAH2A" frameborder="0" allowfullscreen></iframe>