Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit ynskja eitt Evropa fyri fólkið

2014-02-11 16:28

Tá ið European Free Alliance Youth (EFAY) heldur árligu flokskongress sína í døgunum 13—15. februar, hesuferð í býnum Santiago de Compostela, ið liggur í landslutinum Galicia í Spaniu, so verður hetta fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag verður umboðað. EFAY verður nevnilga vitjað av Unga Tjóðveldinum, ið hevur søkt um limaskap í felagnum.

EFAY er ungdómsvongurin hjá parlamentariska tingbólkinum European Free Alliance (EFA), ið saman við European Greens umboðar tjóðskaparrørslurnar og grønu rørslurnar í evropaparliamentinum. Tingfólkini í EFA arbeiða fyri einum meiri demokratiskum Evropa, ið tekur atlit til fólksins vilja og demokratisku rættindini hjá evropeisku fólkabólkunum til egið mál, egna mentan og sjálvsavgerðarrætt í egnum landi. Sum teir sjálvir siga, so virka EFA-tinglimirnr fyri einum ”Evropa fyri fólkið”. Avbureaukratisering og størri vald til fólkavaldu stovnarnar eru eisini høvuðsmál hjá EFA.

Tór Marni Weihe, framsøgufólk Unga Tjóðveldsins í altjóða samstarvi, er bjóðaður við á kongressina, og skal leggja fram umsókn felagsins um limaskap.

”Í Unga Tjóðveldinum ynskja vit at samstarva við allan heimin. Føroyar eru partur av Evropa, og hóast vit ikki eru limur í ES, so eru vit bæði mentanarliga, handilsliga og politiskt tengd at evropeiska meginlandinum. Tað er tí eisini okkara skylda at taka lut í evropeiska samstarvinum”

Kongressin skal taka støðu til, um Unga Tjóðveldið sleppur at fáa eygleiðararstøðu í felagsskapinum, ein fyritreyt fyri at felagið kann søkja fullan limaskap næsta ár. Umframt umrøðu av umsókn Unga Tjóðveldsins um eygleiðararstøðu, skal kongressin eisini umrøða valsmanifestið hjá EFAY til evropaparlamentsvalið, ið verður hildið í mai í ár.

Tór Marni Weihe vónar, at felagið við limaskapi í EFAY kann vera við til at seta føroyska áhugamál á  á ES-dagskránna. Serliga er tað viðferðin av Føroyum í makrel- og sildastríðnum, ið hann ætlar at fáa orðaskifti um.

”Tað er ótrúliga umráðandi, at frælsi samráðingarrætturin millum tjóðir verður virdur. Ódemokratiski atburðurin hjá ES og Mariu Damanaki í silda- og makrelmálinum er alt annað enn fyrimyndarligur, og vónandi fáa vit høvi at umrøða íkomnu støðuna, og hvussu vit best loysa knútin á fundinum í Santiago de Compostela.”

Spurdur, um umsóknin hjá Unga Tjóðveldinum skal tulkast sum ein roynd at nærkast ES, og kanska í stillum at slóðað fyri føroyskum limaskapi í ES, er Tór Marni avgjørdur:

”Sum er, so er ES ikki ein felagsskapur fyri smátjóðir, og Føroyar eiga ikki at søkja um limaskap. EFAY arbeiðir fyri at demokratisera ES, og hesum arbeði taka vit fegin lut í. Vit ynskja eisini eitt Evropa fyri fólkið, men hóast tað kanska ikki er heilt óhugsandi, at Føroyar einaferð í framtíðini koma at eiga rúm í ES, so haldi eg at hetta enn er rættiliga langt inni í framtíðini”.