Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit vilja hava Kristján Skúla!

Á heimasíðuni hjá KvF var í gjár ein stutt grein um, at Landssjúkrahúsið slítur samstarvið við tann íslendska bróstkrabbalæknan Kristján Skúla Ásgeirsson.

Blaðmaðurin hevur tosað við læknastjóran Johan Jansson um málið. Læknastjórin hevur í greinini eina grund til at rættvisgera avgerðina. Hann sigur:

“..., at nú er gongdin tann, at Landssjúkrahúsið meira og meira hevur samstarv við stór universitetssjúkrahús uttanlands, fyrst og fremst í Danmark, tí læknarnir gera seg meira og meira serkønar í ávísum parti av sjúkum.”

Vónandi er læknastjórin skeivt endurgivin, tí tað boðar ikki frá góðum, at Føroyar hava eina sjúkrahúsleiðslu, ið ikki hevur betri grundgeving. Kristján Skúli Ásgeirsson er millum teir bróstkrabbalæknar í Norðanlondum, sum hevur ta størstu serfrøðina, og tí er ongin orsøk til at senda sjúklingar til “stór universitetssjúkrahús uttanlands, fyrst og fremst í Danmark, tí læknarnir gera seg meira og meira serkønar í ávísum parti av sjúku.”

Kristján Skúli Ásgeirsson er dugnaligur fakliga og samskiftir við sjúklingar, so sjúklingar kenna seg í tryggum hondum. Tú fært eitt fakligt og haldgott svar, tá tú hevur spurningar, og tað hevur nógv at siga, tá tú sum sjúklingur er í einari viðbreknari støðu.

Tað er ein skeiv avgerð at broyta ein viðgerð, sum riggar avbera væl, og sum bróstkrabbakonur bera alt gott. At senda sjúklingar til Danmarkar á eitt stórt og ópersónligt universitetssjúkrahús er ikki nakað ynskiligt, tá nú viðgerðin í Íslandi er framúr góð, og sjúklingurin er í miðdepli og kennir seg tryggan har.