Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Vit verða ikki rík av at klippa hvørjum øðrum - og tó

2020-05-14 08:40
Fíggjar- og búskaparpolitikkur - 

Teimum flestu kunnugt, so hava vit avbjóðandi tíðir fyri framman.

Tað eru nakrar støður, sum vit ikki fáa vart okkum fyri, og tað er ofta tá okkurt rakar allan heimin. Møguliga hava vit eina heimskreppu, sum vit ikki kunnu valda yvir, men hvat gera vit so?

Vit kunnu ikki gevast at liva og sita og trilla tumlar.

Um vit hugsa, hvussu góða vælferðarskipan vit hava, so hava vit skava væl inn undir okkum. Vit hava havt blomstrandi vinnur, sum hava kastað væl av sær og eina væl virkandi og sosialiseraða siðmenning, sum at verja tey veikastu og fjálga um vinnuna. Hetta er ikki komið av ongum, men av djørvum, góðum forfedrum okkara, sum hava bygt landið upp.

At samla inn undir seg er annað enn bara pengar, men heldur teir siðir og arbeiðsmoralur og alt annað í arbeiðs- og gerandislívinum hjá hvørjum einstakum føroyingi.

Men vøkstur í samfelagnum er í stuttum, at pengar flyta seg. Samfelagshjólini mugu í sving, og tann stórsti feilurin vit kunnu gera nú, er, at øll gerast ov varin og ongin torir at brúka eina krónu - hendir hetta, so steðga allar vinnur upp.

Vit skulu hava dirvi og framvegis brúka pengar og gera brúk av øllum tænastum, sum standa okkum í boði.

Tað fyrsta, sum hendir, um vit vit gerast ov varin, er, at arbeiðsloysið hækkar.

Vit mugu ansa eftir, at vit ikki stegða at liva bara fyri at yvirliva.

Vit hava yvirlivað kreppur fyrr og eg trúgvi, at vit koma væl undan hesum truplu tíðum, um vit tora.

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin