Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit útskriva sálarsjúk til tað umhvørvið, sum gjørdi tey sjúk

2019-03-17 21:49

Sjúkrahúsið setur sína fakligheit til síðis, tá tað velur at síggja avvarðandi at fólki við sálarsjúku, sum ein part av sjúkuni hjá sjúklinginum og ikki sum ein part av tí veruleikanum, tann við sálarsjúku skal trívast í, samstundis sum avvarðandi hava tørv á fleiri og betri skipaðum tilboðum.

“Vit útskriva sálarsjúk til tað umhvørvið, sum gjørdi tey sjúk” Soleiðis ljóðaði ein av viðmerkingunum í kjakinum millum umboð fyri sjúkrahúsið og almannaverkið á tiltakinum “lívið tætt at sálarsjúku” hjá Sinnisbata. Kjakið snúði seg um, í hvønn mun avvarðandi verða tikin við í viðgerðargongdina hjá fólki við sálarsjúku. Viðmerkingin vísur til, hvussu hugsanin millum starvsfólk á sjúkrahúsinum er, í mun til avvarðandi at fólki við sálarsjúku. Hugsanin tykist verða, at avvarðandi eru partur av truplum relatiónum, sum sjúklingurin stríðist við.

Viðgerð fyri fólk við sálarsjúku byggir í dag á eitt tilboð, har fólk við sálarsjúku kunnu verða innløgd, gjarna so stutt, sum gjørligt og so fáar ferðir sum gjørligt. Tilboðið frá sjúkrahúsinum varar í 3 mánaðir og hugsanin er, at fólk skulu gerast nóg frísk til at verða heima; ein hugsan, sum bæði gevur góða meining menniskjaliga og rationelt. Tá tað er tørvur á støðugari ella uppfylgjandi viðgerð og ikki bert innlegging, hevur man økisspykatri, sum er um fólk, eftir at tey eru útskrivað.

Avgerandi fyri, at fólk við sálarsjúku, kunnu koma fyri seg og liva við sjúkuni, er tíðin, tey eru heima og tey avvarðandi.

Út frá kjakinum á tiltakinum hjá Sinnisbata sást, at tað saman við hesi skipanini eisini er upp til starvsfólkini á sjúkrahúsinum og ta mentanina, man hevur bygt upp, at avgera hvørja hugsan man hevur til avvarðandi og møtir teimum við. Eg kann ikki annað enn undrast á, hvar fakligheidin hjá starvsfólkunum á sjúkrahúsinum er, tá man velur at síggja burtur frá einum so stórum parti av lívinum hjá sjúklinginum, sum tey avvarðandi eyðsæð eru, ella velur at síggja tey sum part av trupulum relatiónum. Tað er grundleggjandi, at vit menniskju fyri at trívast hava góðar relatiónir og hóast sjúkrahúsið bert sær fólk í styttri tíðarskeið og mest inni á sjúkrahúsinum, so er tað tey avvarðandi, ein sjúklingur fer heim til og hvussu tað gongur verður merkt av teimum avvarðandi.

Havandi í huga, at fólk við sálarsjúku, hóast tey verða útskrivað, framvegis hava tørv á viðgerð og eru langt frá “frísk”, og, at tey avvarðandi eru partur av teirra dagligdegi, sjúkuni, alt frá at kenna sjúkueyðkenni, heilivág og sosiala lívið hjá sjúklinginum, er tað heilt burturvið fakliga, ikki at vilja taka avvarðandi við.

At man púra ókritiskt velur at siga, “Ja, men tað er ein mentan á sjúkrahúsinum, sum skal broytast, tað hendur ikki eftir einum degi. Hugsanin fyrr var, at avvarðandi vóru bara iriterandi; tað er blivið frægari, tað skulu vit gleðast um” (eisini ein av viðmerkingum í kjakinum).

Um kjakið á tiltakinum hjá Sinnisbata umboðar veruleikan á sjúkrahúsinum, so hava vit eitt sjúkrahús, sum hevur sett sína fakligheit til síðis fyri eini starvsfólkamentan. Fyrr á degnum hoyrdu vit avvarðandi greiða frá, hvussu tað upplivist, tá eins nærmastu gerast sjúk við sálarsjúku. Tey greiddu frá, hvussu tey fingu hjálp frá sjúkrahúsinum, men, at tað var óskipað, óstøðugt og tilvildarligt. Ein uppliving, sum saman við úttalilsum í seinna kjakinum geva eina fatan av, at sjúkrahúsið letur hugsanina og mentanina hjá starvsfólkunum verða ráðandi.

Tann boðskapurin frá avvarðandi sum stóð sterkast, var at avvarðandi, sum ofta er ressursusterk, í eini tílíkari støðu ikki hava yvirskot til at gera brúk av sínum ressursum. Tískil er ikki bara talan um, at verandi tilboð verða betur skipað, men tað er tørvur á fleiri tilboðum, eisini tilboðum, sum ikki snúgva seg um, hvussu tann avvarðandi kann verða um sjúklingin, men eisini hvussu tann avvarðandi kann fáa familjulívið í einari nýggjari støðu við sjúku, at hanga saman.

Fleiri tilboð til avvarðandi eru uttan iva neyðug, men um fakligheitin verður sett til síðis og man velur at síggja avvarðandi at fólki við sálarsjúku, sum ein part av sjúkuni hjá sjúklinginum, er langt til eina betri skipan av verandi tilboðum og nýggj tilboð.

Turid Christophersen,
Avvarðandi