Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit tosa ov nógv í bitum!

Viðmerkingar til samfelagskjakið.

Snýr tað seg um skattaprocentið, at nógv er í kommunukassanum ella hvussu pengar verða brúktir?

Her hava Búskaparráð og politikkarar sagt sína hugsan.

Fari aftur her at koma við eini mynd av hvussu kommunan arbeiðir fíggjarliga, fyri at lýsa støðuna.

Um vit hyggja efitr einum vanligum húski, sum leggur pening til síðis til innrættan av kjallara, ja, so verður kjallarin innrættaður, tá peningur, stundir og umstøður eru til tess.

Er tað ein kommuna, so skal kjallarin innrættast sama árið, sum peningurin verður lagdur til síðis, ella blívur peningurin, sum oftast, brúktur til annað kommunalt virksemi.

Og júst hetta hevur verið ein stór avbjóðing, at peninganýtsla skal fylgja játtan og kalendaraári. Tí viðurskifti kunnu broytast, arbeiðið kann verða seinkað ella gjøldini fella til gjaldingar seinni enn ætlað, serliga tá tað er ein verkætlan yvir longri tíð.

Tá kemur ólag í og óbrúkt játtan/peningur í einum kalendaraári, orsakað av seinkaðum arbeiði, verður brúkt til eitthvørt annað.

Tá er vandi fyri, at ‘eitthvørt annað’ fær ov skjóta og ov lítla politiska viðgerð, og kann verða avgreitt í ‘óðum verki.’

Ella at vóna, at vit, politikkarar, eru so at okkum komnir, at tað sum bleiv gjørt ístaðin fyri tað ætlaða, fekk góða politiska viðgerð, var neyðugt og bert framskunðað, orsakað av hinari seinkingini.

Og tá má nýggjur peningur/skattafígging fáast til vega til tað fyrra ætlaða, og vit mugu leggja fíggjarleistin/putlispælið av nýggjum.

Hesin framferðarháttur ørkymlaði meg og tað gekk rúm tíð, áðrenn eg fann útav hvussu ting hingu saman, og at ‘framfluttar løgur’ var seinkað arbeiði ella ikki avgreiddar samtyktir, uttan fígging, tí peningurin var nýttur til annað.

Og tí er tað eg haldi, at stórar verkætlanir, á fleiri hundrað milliónir krónur, fíggjarliga mugu síggjast í einum longri tídarskeiði, ja, yvir alt byggitíðarskeiðið, og at vit kundu sett pening av árliga til arbeiðið og goldið, tá rokningin fall til gjaldingar, ikki treytað av kalendaraári. At kunna spara saman til endamálið, ella sum politikkarar velja at siga, ‘at støðla’.

Um eg skal taka samanum og koma aftur til skattaprocent, kommunukassa og íløgur,
so er nógv í gongd. Millum annað vóru nýggju skúlarnir á skrá, tá vit tóku við, og aftaná teir, eru tvey heim til eldri. Jú, man kundi møguliga kjakast um skúlarnir vóru alneyðugir, men á eldraøkinum er eingin ivi.

At nakað av núverandi arbeiði, íløgum og rokningum draga út, samstundis sum vit hava eina meirinntøku í skatti, kemur okkum tó til góða og fellir á eitt turt stað, tí so nógv liggur á láni.

Nógvir bygningar hjá kommununi treingja til ábøtur, vegakervið er niðurslitið, kloakkirnar í miðbýnum ein marra og ynskt bústarðarlendi átroðkandi.
Hesar íløgur og ábøtur hita ikki upp búskapin stórvegis, og tí er tað kærkomið, at fáa nakað av hesum frá hondini nú.

Eisini hava vit sett nøkur nýggj trivnaðarátøk á skrá, ávísum samfelagsbólkum at frama.

At raksturin veksur, tá býurin veksur, sigur seg sjálvt. Tó er altíð brúk fyri endurskoðan og rationaliseringum av dagligum rakstri.

So ja, góðu tíðirnar skulu síggjast aftur í skilagóðum neyðugum íløgum og góðum rakstri, og so leingi vit kunnu forsvara tað og tryggja kommunuframdrift, stendur skattaprocentið mát við fíggjarstøðu.

Ein heildarmynd!

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn.