Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Vit taptu, men kanska vón er fyri framman

2014-05-19 20:44

Tað hevur verið eitt drúgt og strævi stríð hjá okkum, og at síggja til at taptu vit og komu ongan veg. Vit mistu okkara bestu hummaraleið,og fingu einki endurgjald. Okkara ætlan við burðadyggari hummaraveiðu á Árnafirði fekk eitt stórt afturstig, men vit fingu samkenslu frá nógvum. Samkennslan kom eisini frá almennum myndugleikum, kærustovnum, politikarum og landsstýrismonnum,og eina rúgvu av øðrum.

Tað er sjálvandi at frøast um, men tað hjálpir bara ikki so nógv uppá ítøkiligu støðuna. Myndugleikin sum umsitir aliloyvini skilti okkara støða, men tók ikki okkara viðmerkingar til eftirtektar. Kærumyndugleikar skiltu okkara støðu, men kundu ikki viðgera málið á fullgóðan hátt, tí lógirnar á økinum ikki tóku hædd, fyri hvør aðrari, sum tískil eisini viðførdi at allar avgerðir eru rættar hjá teimum stovnum sum hava viðgjørt málið. Vegna ófullfíggjaðari lóggávu ella regulering á økinum, er tað helst eisini umsitingarliga rætt. Men tað er ikki rættvíst. Og tað er har vit mugu leggja okkara vón. Vónandi fara myndugleikarnir at rætta uppá henda skeivleika og hetta órættvísi. Tað hava vit í øllum førum fingið fatan av at vilji er til. Nógv hava spurt okkum um vit nú eru givnir at veiða hummara, men tað eru vit ikki. Vit vóna og rokna við at okkara stríð í hesum málinum fer at fáa hesi tingini í rættlag, og tað fær okkum at halda fram eina tíð afturat.

Eitt sum undrar meg í øllum hesum er eisini, at ein stór og annars at síggja til vælrikin fyritøka, sum er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, og hevur 600 mió. í yvirskoti, vil útseta seg sjálva á henda hátt. Ein milliarda fyritøka, sum ókeypis fær rættin til at ala og dálka á einum heilum firði, harafturat misbrúkar eina ófullfíggjaða lóggeving, sum annars leggur upp til, at atlit skulu takast til hvønn annan, og harvið fyrilitarleyst trumlar alt annað niður, bara tí hon kann. Tað er litið sømiligt fyri tað sum annars skal eitast fyri at vera Føroya stoltleiki í løtuni.

Rætt skal vera rætt. Bakkafrost bjóðaði okkum eina lítla upphædd, so teir hava helst følt eina ávísa skyldu í hesum, men lítla endurgjaldið var fyri at tiga og ongatíð siga nakað um hetta nakrantíð aftur.

Tað kann eisini undra, at politikkarnir í Norðoyggjum ikki hava eina meira greiða meining um hetta, nú Bakkafrost flytur alt sítt virksemi, og harvið eisini skattakrónurnar, úr Norðoyggjum, men framvegis hevur fyrilitarleysan einarætt til allar firðir í N orðoyggjum.

Aliloyvi hjá Bakkafrost á Árnafirði skal endurnýggjast í ár. Vit kunnu bara vóna at røttu myndugleikarnir tá taka alt við í viðgerðina og vurdera um Bakkafrost yvurhøvur eru egnaðir til at fáa loyvið endurnýggja.

Poul Eiden Muller, Árnafjørður