Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit skulu hava øll við

2020-11-09 12:05

Besta staðið í Føroyum at vaksa til er í Havn. Vit hava bestu fortreytirnar, bestu vøggustovur, barnagarðar, skúlar og ungdóms- og mentanarlív. Men hóast allar fortreytirnar og karmar, so missa vit ein part av ungdómi okkara. Og tað er okkara ábyrgd at gera nakað við tann trupulleikan.

Vit skulu hava ein framtíðartryggjaðan ungdómspolitik, sum tryggjar, at vit síggja og hoyra ungdómin, teirra tørv og ynski, meðan tey enn standa við teimum bestu fortreytunum. Og vit mugu seta í verk eina tilbúgving, sum sær, lurtar og fangar signalini um okkurt er áfatt.

 

Tí tað ber ikki til, at vit bert tala at, tá einkultir ungdómar eru farnir av sporinum. Tað ber heldur ikki til at vit tá siga, at vit áttu sæð tey áðrenn. Vit skulu nevniliga síggja tey og skapa karmarnar til røttu tíð fyri at hjálpa teimum á rætta leið.

 

Tað er fyrst og fremst óvirðiligt at lata ungfólk stríðast einsamøll í uppvøkstrinum, fyri síðani at viðganga at vit áttu at gjørt okkurt fyrr. Hvør dagur vit svíkja eitt barn kostar, tí hvør hevur álit á tey vaksnu, sum einki gera? Tað er álit, sum tað mangan hevur víst seg at vera torført at vinna aftur.

 

Eitt annað er, at tað er munandi betur (og bíligari - um onkur heldur, at tað argumentið er viktigari enn sjálvt menninskja) at geva teimum røttu og bestu loysnirnar og karmarnar, meðan tey enn eru heilt ung. Vit svíkja eisini ungdómin við at pressa øll inn í somu kassar og ikki síggja at tað er ymiskt hvat tey tíma og vaksa við.

Eg havi eina sterka tiltrúgv til, at vit øll ynskja, at ungdómurin hevur tað gott. Um vit eisini kunna semjast um, at ungdómurin skal hava tað gott, bæði tí tey eru okkara framtíð, tí tey eru okkara lív og tí tey megna betur enn tey í miðbeltinum at seta spurnartekin við, hvussu tingini vera gjørd, so eru vit komin væl longur.

 

Um vit vísa ungdóminum álit, at vit virða og hoyra tey, at vit siga teimum at tey hava virði fyri samfelagið, so vilja tey eisini vísa okkum álit, tey vilja blóma og tey vilja gera okkara alra framtíð betur.

Men til tess skula vit betra um karmarnar. Vit skula hoyra tey ungu, og tey sum eru um tey ungu. Tí vit hava nógv fólk, sum hvønn dag gera sítt ítarsta fyri børnini og ungdómin, sum vita hvar vit skulu seta inn og hvørjar íløgur skula gerast. Men heldur ikki tey vera hoyrd.

 

Íløgurnar, sum vit gera beinanvegin skulu vera í tráð við tað vit vilja fyri kommununa, tær skula vera burðardyggar. Ungdómspolitikkurin skal gerast parallelt, og hóast fyrstu stigini koma at vera gjørd áðrenn ein ungdómspolitikkur er niðurfeldur, so eigur tað ikki at standa í vegin fyri  tiltøkunum, tí bæði vilja røkka sama endamáli.  

 

Bæði snúgva seg um at lurta eftir serfrøðini og at lurta eftir ungdóminum.