Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Vit skulu errin halda grind til og verja okkara rættindi

2014-06-26 16:25

Tað krevst nógv greiðari tala og samskipan frá okkara politisku myndugleikum um herferðina ímóti grindadrápi

Høgni Hoydal

Á arbeiðsplássum, í dagligum práti millum fólk kring alt landið og á sosialu miðlunum er livandi orðaskifti um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum mótvegis tí liði av svørtkløddum fólki, svørtum bilum og svørtum bátum, sum eru komin til Føroya. Við tí alment fráboðaða endamáli at steðga grindadrápi við øllum líkinda atgerðum og amboðum.

Nógv frálík svar og átøk eru gjørd við heimasíðum og innleggum frá eitt nú Grindamannafelagnum og frá privatpersónum og bólkum, sum staðfesta okkara rættindi, upplýsa sakliga og seta góðar og beinar grundgevingar fram.

Men boðskapurin og atgerðirnar frá okkara ovastu myndugleikum eru ov veikar og tykjast lítið samskipaðar. Løgmaður sigur, at vit skulu verja okkara rættindi, men skulu virða rættin at mótmæla og skulu vísa gestablídni. Meðan landstýrismaðurin á økinum tíbetur hevur verið meira greiður um ikki at lata okkum hótta.

Hvat skal sigast og gerast?

Her krevst greið tala og atgerðir frá okkara ovasta politiska myndugleika. Mæli til, at vit standa saman um hetta:

1. Vit skulu hvørki royna at fjala ella tiga burtur okkara grindadráp. Vit skulu halda grind til sum vanligt kring landið, og sýslumenn og grindaformenn eiga óskammaðir at skipa fyri við teimum vanligu atlitunum um tørv á tvøsti og spiki í økinum. Atlit til Sea Sheapard eiga ikki at gera av, um grind skal rekast og haldast til.

2. At fara í grind og at fáa part, er ein grundleggjandi rættur hjá hvørjum einasta føroyingi. Vit eiga at vera errin av hesi mest burðardyggu og sosialu nýtslu av livandi tilfeingi í náttúruni, sum nakað nútíðar samfelag í heiminum kann vísa á. Og vit kunnu vera errin av teimum støðugu batunum í skipanini og í drápsháttinum, sum eru framdar seinastu árini .

3. At fólk mótmæla lógliga og siga sína hugsan um grindadrápið, er sjálvandi teirra rættur. Og hetta skal svarast við orðum og upplýsing. Men sum gamla orðatakið sigur: “Tað bata so lítið føgur orð við brugdu”. Her er ikki talan um lóglig mótmæli ella um at vísa gestablídni.

Her er talan um fólk og ein skipaðan felagsskap, sum koma til landið við tí alment fráboðaða endamáli við ólógligari framferð at leggja seg út í okkara lógliga virksemi og rættindi. Tað kunnu vit ikki á nakran hátt góðtaka. Okkara myndugleikar eiga at boða greitt frá, at hesi fólk og hesin felagsskapur eru óynskt í Føroyum.

4. Ongin okkara skal lata seg øsa ella freistast til at brúka somu framferð, sum hesi fólk.

Okkara myndugleikar, vaktartænasta og løgregla skulu tryggja, at tey ikki á nakran hátt kunnu leggja seg út í okkara rættindi og lógarfesta virksemi. Eg undrist stórliga á, at ikki

hevur verið roynt at nokta teimum innferðarloyvi og loyvi at taka útgerð til landið. Um lógarheimildir vanta, átti landsstýrið at tikið tað til viðgerðar beinanvegin.

Ein spurningur um tilverugrundarlag

Burtur úr fyrstu royndunum hjá útlendskum felagsskapum í 1980’unum at fáa enda á grindadrápi í Føroyum kom, at stórar ábøtur vórðu gjørdar: Hvalváknið varð bannað, hvalvágirnar vórðu eftirmettar, arbeitt hevur verið støðugt við at bøta um reiðskapin, og skipanin av rakstri og drápi á sjógvi og landi er nógv bøtt. Okkara skipanir standa væl og virðiliga mát við, ella eru betri enn skipanir aðrastaðni fyri veiði av villini djórum.

Men tað kom eisini tað burturúr, at vit staðfestu, at talan er um meira enn rættin at drepa grind og á henda hátt fáa mat úr sjónum. Politiska skipanin stóð saman um, at Føroyar á ongan hátt kunnu góðtaka, at felagsskapir ella onnur lond vilja banna Føroyum at heysta burtur av ríkidømi havsins, um vit gera tað burðardygt og eftir øllum reglum í altjóða lóg og avtalum. Góðkenna vit tað, steðgar tað ikki har.

At keypa sær avlát

Til eru røð av herferðum ímóti at gagnnýta sjógvin sum matkova. Sterkar kreftir vilja gera havið til “reservat” og banna øllum fiskiskapi á ávísum leiðum, hóast hann er burðardyggur.

Hugsanin handan hetta er, at ídnaðarsamfelagið hevur oyðilagt alla náttúru á landi. Og nú kunnu tey somu londini, sum liva av framhaldandi at ovtroyta, niðurpína og dálka náttúruna, keypa sær “avlát” við at friða havið og nýta tað, sum ein sýnisglugga í frítíðini.

Hetta er sama hugsan, sum trúttar niður í okkum hendan boðskap: Tað er nógv betri fyri heimin, náttúruna, djórini og heimsins vistskipan, at vit ikki kunnu gagnnýta okkara egna tilfeingi burðardygt, og vanlig fólk skulu ikki hava rætt at útvega sær mat og innløgu kostnaðarleyst úr egnum landi. Nei, ístaðin skulu vit øll noyðast at innflyta og gjalda fyri kjøt frá oksum, kálvum, grísum og høsnarungum, sum aldri hava sæð sólina í sínum búrum og básum.Og sum mugu fyllast við kemiskum evnum, hormonum og heilivági til tess at tæna sínum endamálum í profittjagstranini hjá altjóða fyritøkum.

Og so kunnu somu fyritøkur nýta eitt sløð av sínum vinningi til at stuðla Sea Sheapard og øðrum felagsskapum.