Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit skula tora at velja røttu ferðavinnuna

2020-11-09 12:04

 Ferðavinnan kann vera góð fyri okkum. Hon kann styrkja okkum fíggjarliga, mentanarliga og sosialt. Men hon kann eisini verða ein stór avbjóðing fyri okkum sum fólk og bý. Tí skulu vit tora at velja røttu ferðavinnuna.

 

Ein umstríddur spurningur er um vit vilja hava risastór ferðamannaskip á vitjan. Hesi skip hava sum oftast við sær at fleiri heilt stórir bólkar av fólki koma í land í senn. Avleiðingarnar av risastóru skipunum og stóru mannfjøldunum í Havnargøtum kenna allir havnaborgarar.

 

Skipið sjálvt dálkar sera illa og trupulleikin við stóru bólkunum er, at teir dálka mentalt býarmyndina hjá okkum. Sum fólk vilja vit ikki vera óblíð og eru tað eiheldur, men ónøgdin við stóru bólkarnar er verulig og má takast í álvara.

 

Hinvegin kunnu vit leggja okkum eftir at fáa smærri skip, smærri bólkar og einstaklingar á vitjan. Vit eru ein pinkutjóð í alheiminum og tað er sjálvsagt, at 3000 ferðafólk síggjast aftur í okkara gøtum. Tað er betur fyri bæði okkum og fyri tey vitjandi, um vit hava rúm, umstøður og orku at taka okkum av teimum.

 

Um vit vilja hava eina meira hóskandi ferðavinnu, so skulu vit tora at siga tað.

 

Tí ferðavinnan kann vera fantastisk fyri okkum, um vit taka stýringina. Sum stórsta kommuna í landinum hevur Tóshavnar Kommuna ein stóran leiklut og ábyrgd av at ganga á odda, tá tað um ferðavinnu í Føroyum ræður. Vit skulu vera við til at seta mørkini.

 

Eg eri ikki sannførd um, at tey heilt stóru ferðmannaskipini gagna tí stóru heildini. Á sama hátt sum vinnulívið skal liva í samljóði við býin og fólkið, so skal ferðavinnan rúmast í fólkinum og býnum. Tað er bara tá vit mennast saman, at úrslitið gerst tað rætta. Ónøgdin skal sum sagt takast í álvara - kanska einamest, tí hon kann spennandi bein fyri tí gagnligu og mennandi ferðavinnuni, sum er gróðursett í fólkinum.

 

Er tað ein loysn at seta forboð fyri teimum stóru skipunum? Eg helli til at siga ja.

 

Men tað er ikki eitt mál í sjálvum sær at forða stóru ferðamannaskipinum, men tað er eitt mál at finna eina loysn, sum dálkar okkara umhvørvi og náttúru sum minst, eina ferðavinnu sum styrkir okkum mentanarliga, mentalt og sosialt og ikki umvent.