Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit mugu taka støðuna í heilsuverkinum í álvara!

2019-03-20 08:15

Grundsteinurin í einum vælferðarsamfelagi er eitt vælvirkandi heilsuverk, har borgararnir í landinum kunna føla seg trygg. Ein spurnakanning hjá spyr.fo í januar vísti eisini, at heilsupolitikkur er tað týdningarmiklasta evnið hjá borgarunum til komandi Løgtingsval. Tí er tað vit standa eftir spyrjandi, hvussu politikararnir í Føroyum kunna vísa so stóra líkasælu fyri hesum økinum, tá støðan í heilsuverkinum er so álvarslig í dag, at alt kann skrambla saman hvørja løtu.

Heilsuverkið manglar eina árlig fígging á 200-300 mió. kr. fyri at vera á sama fíggjarstøði sum Danmark. Harumframt hava vit eisini ein álvarsligan mangul uppá serlæknar; seinasta uppgerð frá Heilsumálaráðinum vísur, at talið av serlæknum skal nøkulunda tvífaldast, um vit skula hava eina serlæknamanning á støðið við Danmark. Hesin trupulleikin er tó ikki nýggjur, men hevur hinvegin staðið á í fleiri ár. Vit kunna bara takka allar sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og onnur fakfólk, ið hava stríðst í fleiri ár uppá yvirtíð fyri at syrgja fyri, at Landssjúkrahúsið enn stendur uppi.

Í juni 2016 legði ein bólkur av serfrøðingum og politiskum umboðum eina menningarætlan fyri føroyska sjúkrahúsverkið fram við fleiri ítøkilig átøk til at betra um støðuna. Men vit hava stórt sæð ikki sæð nakað av hesum gjørt, og tað er ónøktandi, ábyrgdarleyst og átaluvert. Tað tykist sum um, at politikarar eru skjótir at átala støðuna og koma við lappaloysnum, men uppaftur skjótari at renna burtur, tá man skal tosa um at finna varandi loysnir, ið kunna lyfta okkara heilsuverk uppá eitt trygt og haldbart støðið.

Í fyrsta syfti er tann størsti trupulleikin lættur at loysa við einari grundleggjandi hugburðsbroyting – vit eiga ikki at spara uppá heilsuverkið! Tá vit eru eitt lutfalsliga lítið oyggjasamfelag, so eiga vit ikki at brúka minni pengar per íbúgva samanborið við Danmark, og tí má játtanin hækkast skjótt. Men tá fíggjarlógin skal samtykkjast í endanum í árinum, so er hugburðurin heldur, at játtanin til heilsuverkið verður fastsett so lágt sum gjørligt, og so mugu sjúkrahúsini bara klára seg við tí. Greiðasta dømi er, at Landssjúkrahúsið longu í mai mánaði í 2018 mátti steðga við at senda sjúklingar uttanlands til skurðviðgerð, ið ikki var akut, tí játtanin til árið var longu runnin upp.

Í UfM skjóta vit tí upp, at Løgtingið ger eina nevnd við politikarum og serfrøðingum eftir komandi val, ið kann útgreina hvørjar tænastur vit ynskja føroyska heilsuverkið skal veita, og hvat tað kemur at kosta. Tá skal játtanin til heilsuverkið samtykkjast sum tað fyrsta av fíggjarlógini, og so má restin tillagast hareftir. Soleiðis kunna vit áseta fíggingina til heilsuverkið heilt á nýggjum og soleiðis venda okkara núverandi tankagongd á høvdið. Hetta merkir ikki, at heilsuverkið skal oyðsla, tí tað ber væl til at framvegis hava strangt fíggjarligt eftirlit við pengabrúkinum, og um ein tænasta ikki kann játtast vegna undirmanning ella aðra orsøk, so skal peningurin fara aftur í landskassan.

Hendan nevndin skal eisini útgreina nøkur ítøkilig punkt, ið vit skula fremja fyri at basa serlæknamangulin uppá stutta og langa tíð og rokna hesi átøk uppí fíggjarlógina.

Tað stutta av tí langa er, at politiska skipanin má vakna. Tá leiðsla og starvsfólk ferð aftaná ferð rópa varskó um støðuna, so er tað ótrúligt, at hesin trupulleikin kann setast viks til fyrimun fyri onnur økir. Tann føroyski sjúklingurin hevur krav uppá eina betri tænastu, og tí mugu ítøkilig átøk setast í verk, áðrenn tað gongur útyvir fleiri mannalív.

Aksel K. Berg
Virkandi formaður, Ung fyri Miðflokkin