Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Vit mugu ikki rokna við at blíva rík orsaka av corona

2020-04-16 13:32

“Landsstýrismaðurin ger ikki eftir boðum frá Løgtinginum.” Tað er bersøgna yvirskriftin í einum lesarabrævi, sum Sirið Stenberg, løgtingskvinna, skrivaði nú um dagarnar. Hóast hvassorðaðu yvirskriftina, so sigur løgtingskvinnan ongastaðni í sjálvari greinini, hvørji boðini frá løgtinginum eru, sum landsstýrismaðurin við arbeiðsmarknaðarmálum ikki vil akta. Tvørturímóti skrivar hon, at tað eru trivnaðarnevndin og vinnunevndin, sum hava heitt á landsstýrið um at fara í samráð við ALS-stýri, fyri at javnstilla tey, ið fáa pengar frá ALS.

Rætt er tað, at trivnaðarnevndin og vinnunevndin skrivaðu í sínum álitum, at tær heittu á landsstýrið um at taka málið upp við ALS-stýrið, men tað sum verður skrivað í álit er ikki tað saman sum ein løgtingssamtykt. Tí er yvirskriftin hjá Sirið misvísandi.

Hinvegin so lurti eg sjálvsagt eftir tí, sum løgtingsnevndir siga, og eingin ivi skal vera um, at nógv samskifti er millum Umhvørvis- og Vinnumálaráðið og ALS, nú corona-kreppan ger um seg.

Hví er ójavnin íkomin?

Sirið Stenberg hevur rætt í tí, at tað er óheppið, at munur verður gjørdur á teimum sum eru skrásett sum arbeiðsleys og teimum sum eru heimsend orsaka av corona.

Tá landsstýrið arbeiddi við hjálparpakka 1, var lagt upp til, at tey sum blivu send heim frá arbeiði, uttan at vera uppsøgd, skuldu fáa upp til 17.500 krónur um mánaðin frá ALS. Tað er sama upphædd, sum tey arbeiðsleysu fáa. Men tá hesi tíðindi frættust, fór eitt lobbyarbeiði í gongd, sum hevði til endamáls at syrgja fyri, at eingin skuldi missa nakra inntøku. Hetta endaði við eini neyðsemju, har markið varð sett til 20.000 krónur.

Sjálvur dugdi eg at síggja tvey vandamál í hesum. Annað er, at munur verður gjørdur á teimum sum høvdu mist arbeiðið áðrenn 12. mars, og teimum sum vórðu send heim eftir 12. mars. Hitt vandamálið er, at tá vit koma til 30. juni, og serliga corona-skipanin fer úr gildi aftur, tá verða tað uttan iva mong sum framvegis ikki sleppa til arbeiðis. Tey skulu tá niður í 17.500 krónur um mánaðin, og tað verður ikki uttan mótmæli.

Hetta dugdu løgtingsnevndirnar sum viðgjørdu uppskotini eisini at síggja, og tí heittu tær á meg, um at tosa við ALS-stýrið um málið. Sum eg skilji áheitanirnar, bæði frá løgtingsnevndum og øðrum, so verður ikki tosað um at lækka gjaldið til tey sum fáa 20.000 krónur, men heldur at hækka gjaldið til tey sum fáa 17.500 krónur.

Sjálvandi kann eg altíð tosa við ALS-stýrið um at hækka útgjaldið, men tað krevur eisini at inngjaldið hækkar tilsvarandi – og tað tosar eingin um.

Í skrivandi stund vísir heimasíðan hjá ALS, at góð 4.000 fólk fáa pengar úr teirra skipanum. Øll fáa ikki fult gjald, men um vit siga sum dømi, at 3.000 fólk skulu fáa 2.500 krónur meira um mánaðin, so kostar tað 7,5 mió. krónur eyka um mánaðin, ella 90 mió. eyka um árið. Onkur skal gjalda fyri tað.

Alt skal fíggjast

So seint sum 2. mars (meðan eingin enn hugsaði um, at corona eisini kundi raka føroyingar) legði eg, í samráð við ALS-stýrið, eitt uppskot fyri tingið um at hækka ALS-gjaldið úr 17.500 uppí 18.500 krónur um mánaðin. Tað var tað sum hildið varð, at skipanin hevði ráð til, við einum arbeiðsloysi sum var lítið omanfyri 1%.

Nú er arbeiðsloysið kanska meira enn tíggjufaldað, og nú halda sjálvt politikarar, at tað er eingin trupulleiki at hækka gjaldið uppí 20.000 krónur um mánaðin ella meira.

Sjálvsagt skulu vit royna at bera so í bandi, at fólk missa so lítið sum møguligt av síni inntøku. Men alt skal fíggjast, og vit mugu ikki billa okkum inn, at vit verða rík orsaka av corona.

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður