Vit mugu finna eina loysn við Sprotanum

2015-01-14 19:15

Fyri jól boðaði Sprotin frá, at avtalan millum mentamálaráðið og Sprotan gekk út 1. januar 2015, og um partarnir ikki funnu eina loysn, máttu næmingarnir rinda fyri orðabókatænastuna, sum annars var ókeypis.

Stríð

Nú er opið stríð millum Sprotan, mentamálaráðið og kommunurnar um, hvør skal fíggja orðabøkurnar, tí orðabøkurnar eru ikki “ókeypis,” tí onkur rindar fyri tær. Mentamálaráðið hevur seinastu trý árini koyrt eina royndarætlan, har teir rindaðu fyri orðabøkurnar, og nú vilja teir hava, at kommunurnar taka yvir, tí tær umsita tann partin. Sum við øðrum stríðum standa óskyldigu offrini eftir við ongum: næmingarnir hava mist alla atgongdina til mongu orðabøkurnar.

Sprota tað

Tað kann ikki vera rætt, at næmingarnir skulu gjalda fyri ósemjuna, tí myndugleikarnir klandrast um fíggingina. Vit mugu finna eina loysn, tí

orðabøkurnar eru ein so týdningarmikil partur av skúlagongdini. Sum nú er, gongur tað yvir hana. Vit mugu ikki gloyma, at orðabøkurnar eru vorðnar so mikið vanligar, at um so er, at tey ungu ivast í einum orði, siga tey “sprota” tað. Tíverri kunnu tey ikki “sprota” tað longur, tí tey hava mist atgongdina.

Her er loysnin

Vit mugu finna eina loysn, tí ósemjan kann ikki halda fram. Mítt uppskot er, at um so er, at mentamálaráðið og kommunurnar ikki koma ásamt um, hvør skal gjalda fyri orðabøkurnar, skal mentamálaráðið taka um endan og leingja um royndarverkætlanina við Sprotanum við einum ári. So fáa næmingarnir sínar orðabøkur aftur, og mentamálaráðið og kommunurnar hava eitt ár at samráðast í.

Tað má metast at vera ein win-win støða!

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin