Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit mugu fáa greiðari boð

2020-04-15 08:27

Boðini frá landsstýrinum eru ov ógreið og samsvara ikki við boðini frá heilsumyndugleikunum. Tað skapar ótryggleika millum foreldur og starvsfólk í skúlum og á stovnum, sum nú lata upp aftur. Vit mugu fáa greiðari boð, heldur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

Shahin Gaini, yvirlækni, hevur bæði í donskum og føroyskum miðlum úttalað seg um, at hann við støði í heilsufakligum grundgevingum heldur tað vera skeivt at lata dagstovnar og skúlar upp aftur í komandi viku. Bjarni á Steig, yvirlækni, hevur somuleiðis boðað frá, at hann vónar, at fleiri halda børnini heima í eina tíð afturat.

Løgmaður hevur lagt avgerðina út til fólkið at taka, men hevur boðað frá, at samfelagið spakuliga letur upp aftur 20. apríl. Boðini eru ov ógreið, og tí hevur Ingilín Didriksen Strøm sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning.

- Boðini frá heilsumyndugleikunum og frá landsstýrinum eru ymisk, og hetta skapar ótryggleika og stúran. Tá foreldur sjálv skulu gera av, um børnini fara aftur á stovn ella í skúla, kann tað seta fleiri í eina sera trupla støðu. Tey kunnu uppliva stúranir um børnini og smittuna, samstundis sum tey kunnu vera undir stórum trýsti frá arbeiðsgevarum, sum vænta tey aftur til arbeiðis sum skjótast, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna.

Eisini námsfrøðingar hava boðað alment frá, at tey undrast á, at tey nú skulu til arbeiðis, tá heilsumyndugleikarnir mæla frá.

- Vit hava tørv á at fáa greitt at vita, hví landsins myndugleikar velja at lata skúlar og barnagarðar upp í komandi viku, og hvussu vit eiga at bera okkum at í hesum sambandi, sigur Ingilín Didriksen Strøm.