Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Vit missa meiri fyri minni

2014-05-06 02:27

Við at jarðleggja verandi skúlaskipan við tveimum tvey-sporaðum skúlum, missir Klaksvík og fólkið her meiri fyri minni, tá ið hugsað verður um tilboð til næmingar, vitanartung arbeiðspláss og fleiri fjøltáttað tilboð

Hóast eina grundleggjandi og kollveltandi bygnaðarbroyting í Klaksvíkar skúlaverki, frá at vera tveir hampiliga stórir skúlar, til at gerast ein av størstu skúlum í danska ríkinum, fingu býráðslimir einans 24 tímar at seta seg inn í tilmælini, at viðgera málið í Trivnaðarnevndini “Børn og ung”, í Fíggjarnevndini og í Býráðnum. Hetta er skilaleyst, tí málið er nógv álvarsamari enn lagt hevur verið upp fyri. Komið er eisini fram, at allir upplýsingar vóru ikki í málinum.

Sum limur í bygnaðarbólkinum og partur av minnilutatilmælinum, sum mælti til at halda áfram við tveimum tvey-sporaðum skúlum, ynski eg einaferð enn at siga frá nøkrum av grundgevingum okkara.

Nærleikin og ymisk
tilboð minkar
Tað eru fleiri fyrimunir við tvey-sporaðum skúlum, har ikki er langt millum leiðslu og næming, ella leiðslu og starvsfólk. Sum so mangan víst á, so skapar ein tílíkur skúli tryggleika, tú kennir teg sæddan og hoyrdan. Tað er meiri spennandi við øllum aldursbólkum í sama umhvørvi. Hetta var ein orsøk til, at Klaksvíkar skúli í 1970unum varð býttur upp í tveir skúlar. Tey yngru hava møguleikan at hava tey eldru sum fyrimyndir, og tað er gagnligt fyri báðar partar.

Tveir skúlar geva tvey ymisk skúlatilboð, tvær ymiskar skúlamentanir, tveir ymiskar skúlaprofilar og við tí fleiri gevandi arbeiðspláss. Hetta gevur eisini møguleikar til, at næmingar kunnu skifta skúla í somu kommunu, tó í annað umhvørvi. Fyri kommununa er hetta eitt meiri fjøltáttað tilboð.

Klaksvík fer ímóti
ráki í norðurlondum
Taka vit rákið í norðurlondum, so gongur Klaksvíkar skúlaverk við seinastu samtykt júst ímóti tí, sum øll norðurlond seinastu mongu árini hava framt, tað er júst miðalstórar skúlar, fólk ynskja. Talis-kanningin, Teaching and Learning International Survey, sum eg í býráðsviðgerðum havi víst til, er kanning av skúlaskapi í 17 OECD londum, umframt 7 øðrum londum.

Henda kanning frá 2009 um skúlastøddir, ið vóru best egnaðar, vísti, at í Danmark var miðalskúlastøddin 340 næmingar, í Noregi 243 næmingar, í Íslandi 267 næmingar, og miðaltalið fyri alt Talis-økið var 489 næmingar. Skúlastøddirnar í Føroyum samsvara eisini væl við hetta. Skúlan á Ziskatrøð er fjórð størsti skúli í Føroyum við 403 næmingum, og Skúlan við Ósánna sætt størsti skúli við sínum 360 næmingum.

Klaksvík sum
vakstrarøki
Nú Klaksvíkar kommuna hevur útnevnt seg sum lestrarbý og arbeiðir við eini vakstrarætlan, gongur nýggja samtyktin ímóti júst hesum ætlanum. Tað hevur ongantíð verið meiri neyðugt, enn júst nú, at halda fast við grundgevingarnar fyri tveimum tvey-sporaðum, fult útbygdum skúlum, har møguleiki er fyri at hesir mennast og vaksa.


Játtanir til skúlaverkið
minkar í stórum
Við tveimum skúlum er játtanin til leiðslutímar 6.667, har Skúlin á Ziskatrøð hevur 3.667 og Skúlin við Ósánna 3.000 tímar. Við einum samanløgdum skúla verður játtanin tilsamans 2000 leiðslutímar færri. Eisini verða flokkarnir størri og lærarastørvini færri, og hetta viðførir færri læraratímar til næmingarnar í einum samanløgdum skúla. Ein broyting, sum veruliga fer at merkjast.

Hetta ger, at vit hava færri leiðslustørv í kommununi, færri vitanartung størv, og kemur hetta at kosta fleiri lærarastørv. Við hesum vera færri tímar til at taka sær av næmingunum, og kanska einamest næmingum við serligum avbjóðingum, teimum veikastu næmingunum. Tað vil siga, næmingar, lærarar og vit, sum kommuna, missa við hesum.

Skriv ikki viðlagt

Eitt annað, sum er sera álvarsamt og ikki kann góðtakast, er, at eitt skriv, sum varð sent frá samlaða lærara-hópinum í Skúlanum við Ósánna, slett ikki gjørdist partur av málinum, hóast hetta var sent býráðnum og persónliga til allar politikarar. Onkrir politikarar høvdu, hóast hetta, ikki sæð ella lisið hetta skriv.


Við at jarðleggja verandi skúlaskipan við tveimum tvey-sporaðum skúlum, missir Klaksvík og fólkið her meiri fyri minni, tá ið hugsað verður um tilboð til næmingarnar, vitanartung arbeiðspláss og fleiri fjøltáttað tilboð.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur