Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit krevja betri umstøður fyri okkara børn!

2019-11-08 14:16

Áheitanarskriv frá foreldrum at børnum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu

Støðan á dagstovnunum í dag er ikki nøktandi. Foreldur uppliva í stóran mun, at starvsfólkini rýma av dagstovnunum í Tórshavnar kommunu, og at umstøðurnar yvirhøvur eru ógvuliga sperdar. Seinasta mánaðin hava nógv okkara upplivað, at støðan er versnað, hóast gjørt hevur verið vart við trupulleikan leingi. Síðsta avgerðin um eindarleiðslu tykist hava verið seinasti dropin hjá nógvum starvsfólkum, ið ikki kenna seg vird ella hoyrd.

Tíverri eru tað okkara børn, ið kenna smeitin av hesum. Børnini hjá okkum knýta seg til starvsfólkini á stovnunum, ið eru ein stórur partur av teirra gerandisdegi og tryggleikakenslu, men á nógvum stovnum er talan um ansingartilboð, tí pengar, tíð og pláss eru ikki til námsfrøðina.

Vit heita á Tórshavnar kommunu um at lurta eftir starvsfólkunum, og vit krevja betri umstøður fyri okkara børn.

Foreldur at børnum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu