Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit hava virknasta og longsta arbeiðslívið - og ikki brúk fyri hóttanarpolitikkinum hjá høgrasamgong

2013-12-04 18:00

Vit hava virknasta og longsta arbeiðslívið - og ikki brúk fyri hóttanarpolitikkinum hjá høgrasamgonguni

2. december 2013 kl. 22:24

Ofta býr fals undir fríum skinni má ásannast, tá man samanber føgur orð hjá høgrasamgongunar sosialpolitisku oddakvinnum við tann kalda hóttanar- og ræðupolitikkin móti núverandi og komandi eldri ættarliðum.

Pensjónsaldurin skal setast upp til 70 ár.

Privat eftirlønartrygging skal tvingast við lóg og troka samhaldsfastar almannapensjónir til viks.

Sambýlir og røktarheim skulu niðurlagast.

Og fíggjarliga ábyrgdin av eldrarøktini skal blakast út í ótryggleikans kommunala klútateppa.

Ikki sakligar grundir fyri hægri pensjónsaldri

Tað er blivin politiskur prædikutekstur flestastaðni í Europa, at pensjónsaldurin má setast upp sum hyggiráð móti útreiðsluvøkstrinum av veksandi eldraættarliðum, samstundis sum færri verða í vinnuførum aldri.

Tó tað er út frá heilt øðrum veruleika enn okkara: ”OECDs ferske fremskrivninger viser at pensjonsalderen i snitt vil øke til 65 år i 2050” (tíðarritið Mandagmorgen.no).

Um vit samanbera við onnur lond í okkara heimsparti, eru ikki sakligar grundir fyri eini hækking av pensjónsaldrinum í Føroyum:

Onga aðra staðni er so lítil partur av fólkinum undir 67 ár pensjonistar

Vit hava longu sum er tann hægsta pensjónsaldurin.

Vit hava tann størsta partin av fólkinum, sum er virkin á arbeiðsmarknaðinum.

Onga aðra staðni er so stórur partur av tí eldra fólkinum so longi virkin á arbeiðsmarknaðinum.

Meira á

ttps://www.facebook.com/notes/hans-pauli-str%C3%B8m/vit-hava-virknasta-og-longsta-arbei%C3%B0sl%C3%ADvi%C3%B0-og-ikki-br%C3%BAk-fyri-h%C3%B3ttanarpolitikkinu/10152114515119903


Hans Pauli Strøm