Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit eru øll Sinnisbati eftirhondini

- sálarheilsa ella moralskur panikkur?

Fólksins, Fólkafundurin í Tórsgøtu, hevur eina røð av kjakgrundaðari upplýsing ella so, harímillum pallborðsfund, hetta vikuskiftið.

Pro Vita, hasin har felagsskapurin, ið løgmaður, í hansara sjálverkleraðu rúmligheit á nýggjárinum, ikki vildi kennast við, skipar fyri ella hevur sítt íkast.
Men meðan Pro Vita nokkso finurliga spyr “nær eitt menniskja verður eitt menniskja”, spyr Sinnisbati, ein annar gevari til fólkafundin—eitt sindur hevdandi: “Fleiri fólk fáa sálarligar trupulleikar—hvør er orsøkin og hvat skulu vit gera við tað?”

Sosialistisk Ung, sjálvandi, í “sofapráti um ung og sálarheilsu”, spyrja sama spurning. Á leið tað.

Svarið, tit, kemur treyðugt óvart á. Sum regul, men tó treytað av, hvør luttekur í slíkum kjaki, og serstakliga í Føroyum, fær “modernað press” nevniliga skyldina fyri øktum sálartrupulleikum.

Fyri tað fyrsta loyvi eg mær at ivast í, um tað nú er so, at fleiri fáa sálarligar trupulleikar. Effinetta sundurgreiningin av “sálarsjúku” hevur verið fyri ógvusligum broytingum, og gáttin, av tí sama, vorðin væl lægri.
Men um vit nú bert hugsa okkum, at hetta er satt, at “fleiri fólk fáa sálarligar trupulleikar”, so er grundin ikki eitt beinleiðis úrslit av tí trýsti, nútímas samfelag bjóðar.

Grundin er, í ríviligt mát, politisk. Tí tað, ið hendir, er at samfelagið tekur alla meining frá ungdóminum. Teirra “intellektuella eg” verður ikki longur avprøvað (tí allir tungvektara-trupulleikar verða ‘outsourceaðir’ til fólk í býnum) samtíðis við, at okkara ungu ikki kenna seg aftur í tí landi, tey búleikast í.
Tey føla ikki, at tey eiga nakra aktiu í tí umhvørvi, tey eru í. Fremmandagjørd, um tú vilt.

Og heldur enn at halda uppat at ripa niður alla meining við tí, at vera til, at vera ungur og til staðar, kultiverar landið, myndugleikaklassin og etableraði klassin av betrivitandi stuðulsfólki ein ans fyri ella kenslu av viðbrekni—av onkrum, ið má handfarast við militantum varsemi.

Men vandin við at leinkja likamlig viðurskifti ella tað, at vera ovurhonds hugtungur og sorgarbundin til sálarligt viðkvæmi, er hann, at tá enda hasi, ið rópa upp um sálarheilsu, við at promovera júst tað, tey siga, tey ynskja at basa.

Tað vil siga, at tá vit koma við politiskum krøvum í mun til veikleika og viðkvæmi, eitt nú hetta, at “verja” okkum fyri sonevndari haturstalu, tá eigur tað ikki at koma óvart á okkum, at alt fleiri menniskju byrja at internalisera hasa kensluna av undirstøðiligum viðbrekni.

Tá ið so nógv ung fólk føla, at tey eru í tvíningum, kenna angist ella eru mentalt viðbrekin, so lúgva tey ikki.
Men veruleikin, tann faktiski!, er at tey hava internaliserað og kenna á sær eitt kulturelt manuskript, sum gevur lýsing av vreiði, neyð, trongd, fyri ikki at tala um ónormaliteti og ólukku sum sálarligir trupulleikar.

Um tey í Fólksins, Sinnisbati og “Sosialistisk” Ung trúliga ynskja at tosa um sálarheilsu, íðan, tá gerið okkum tann beina og tosið sálarheilsu.
Men latið vera við at blanda hvønndagsligar kenslur, part-av-lívinum kenslur, og ungdómsins tráan eftir einum betri luti í lívinum við sálarsjúku!

Annars lasta tit niður álvaran í veruligum sálartrupulleikum, gera barndóm um til eina sálarsjúku og konkludera, at sosialur ójavni er medisinskt, heldur enn politiskt grundaður, alt meðan tit undirminera menniskjað, tess lívsmátt og knáleika, ið er neyðugur at gera børn og ung glað, sjálvstøðug og klár at gera ein mun.