Vit eiga evnaríkan ungdóm

2013-12-12 01:05

 Vit eiga dugnaligan ungdóm. Ein evnaríkan og framfýsnan ungdóm, ið klárar seg, har hann er. Bæði hvat viðvíkur ítrótti, mentan og list, men sanniliga eisini innan útbúgving. Vit síggja tað við næmingum, ið fara frá fólkaskúlanum til miðnám. Frá miðnámi til universitet. Hóast málsligar og mentanarligar avbjóðingar hava tey fingið so mikið gott í beinið, at tey koma gjøgnum universitetini við eins góðum ella betri bachelor-prógvum og floksfelagarnir.


PISA

Eg eri ikki sannførdur um, at okkara skúlaskipan er girað til PISA, tí kanningin er grundað á eina generella kanning, har næmingarnir t.d. verða spurdir, hvussu teir busta tenn, um teir duga at finna í einum bókasavni, men hvat hetta sigur um “intelligensin”, er ivasamt. Hinvegin. Eg skal ikki fara og verja úrslitið, tí kanningin er akkurát líka generel í hinum londunum, so úrslitið gevur okkum eina ábending um, hvar vit standa í mun til tey. Tá tað er sagt, eru nøkur viðurskifti, ið kunnu gerast betri.


Miðal

Í Føroyum hava vit eina samhaldsfasta skipan, har miðað verður eftir miðalgóðum næmingum. Eina skipan, ið meir ella minni heldur evnaríku næmingunum niðri. Eina skipan, ið ikki hjúklar nóg mikið um tey, sum hava tørv á eyka hjálp. Eina skipan, har miðalgóðu næmingarnir mugu klára seg sjálvar, tí undirívisingartíðin er avmarkað. Við øðrum orðum: vit hava eina skipan, sum ikki tekur atlit til evnini hjá hvørjum einstøkum næmingi, men strembað verður eftir einari samhaldsfastari skipan, har øll eru eins.


Evnir skulu lønast

Vit mugu ásanna, at næmingar eru ymiskir. Nakrir duga føroyskt. Aðrir støddfrøði. Meðan onnur hava góðar eginleikar innan tónleik og list. Hetta eru eginleikar, ið vit skulu gleðast um. Bæði sum samfelag og sum tjóð. Tíverri heldur politiska skipanin evnunum niðri. Hon loyvir ikki evnunum at spríkja. At vaksa. Politiska skipanin virðir ikki evnini hjá einstøku næmingunum. Tí hevði tað verið ynskiligt, um landsstýrismaðurin við mentamálum, Bjørn Kalsø, fór í eina tilgongd, har arbeitt varð fram ímóti at broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at næmingar sleppa at arbeiða við sínum evnum. Har fólkaskúlin verður býttur upp eftir evnum. Førleikum. Hetta er ein kollvelting av føroyska fólkaskúlanum, men tað er avgerandi, at næmingarnir finna sínar líkar innan ymisku fakini. Umráðandi fyri framhaldandi búningina.

Hetta verður ikki sagt í kjalarvørrinum av PISA-kanningini, tí okkara ungu klára seg har, sum tey eru, men er tað neyðugt fyri víðari menningina av okkara ungu.


Hanus Samró

Løgtingsmaður fyrifólkaflokkin