Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Vit eiga at yvirtaka Íleggingargrunnin

2022-06-20 12:52

Útbygging á Vága Floghavn eru neyðugar og fíggingin kann eins og við seinastu útbygging á flogvøllinum, fáast úr Íleggingargunninum.

Tá sitandi landsstýrið tók við, settu vit okkum fyri at yvirtaka Íleggingargrunnin. Brævið um yvirtøkuna hevur ligið sera leingi í Fíggjarmálaráðnum. Tó hevur løgmaður allatíð ynskt at gera munnliga avtalu við danska forsetisráðharran fyrst.

Enn er einki hent. Eg meti, at málið hevur skund nú.

Ferðafólkatalið á flogvøllinum er hækkað munandi aftur og útbyggingar eru átrokandi. Víðkan av terminali, støðupláss til flogfør, flogbreyt og hangarviðurskiftini áttu at verið raðfest.

Íleggingargrunnurin var settur á stovn til at fíggja infrastuktur í Føroyum og tað er júst har stórur tørvur er á útbygging á fløgvøllinum.

Danir hava valt at rinda fyri flogvallarútbyggingar í Grønlandi. Tað er ikki tað vit biðja um. Vit ynskja at yvirtaka ein grunn, sum vit frammanundan hava valdið á.

Um aldarskiftið yvirtóku vit Realin og Fíggingargrunnin. Tveir grunnar, sum høvdu til endamáls ávikavist at fíggja skip og at umsita ognarlutin í Bank Nordik. Frammanundin var tað landsstýrið, sum valdi nevndirnar og hevði tí veruliga ræði.

Tað er sama støða við Íleggingargrunninum. Tað er landsstýrið, sum velur nevndina og hevur valdið. Men formelt er grunnurin grundfestur í Fólkatingslóg. Júst sum við Realinum og Fíggingargrunninum, eiga vit at kunna yvirtaka Íleggingargrunnin.

Hetta hevur skund.

Jørgen Niclasen,
tingmaður