Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Vit eiga at raðfesta tónleikin.

17. septembur 1983 var dagurin Perlan varð tikin niður. Tað eru sostatt 29 ár síðani og ikki er nógv broytt síðani tá. Vit eiga at raðfesta tónleikin hægri, tí vit eru øll brúkarar av honum og hann er ein stórur partur av okkara mentan í dag. Eitt konserthús er arbeiðsplássið hjá tónleikarum har listin verður skapt, men tað er húsið til borgaran at hoyra og uppliva list. Vit eiga at hava eitt konserthús til tónleik burturav. Vit eiga at seta pening av til rakstur. Hetta eru smáðar upphæddir ið skulu til, men tær høvdu gjørt stóran mun. Afturfyri høvdu vit fingið eitt livandi og ríkt tónleikaumhvørvi og eina spennandi og fjøltáttaða tónleikamentan til gleðis og gagns fyri øll. :)

Rógvi á Rógvu