Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Visiónin hjá teimun salvaðu

Tað vóru mong við mær, ið vóru vónrík, tá ið Framsókn bleiv stovnað á sinni. Ein flokkur við liberari hugsjón, kundi tað vera satt? Nei. Tey, sum grunaðu ilt, høvdu rætt. Tíðin hevur víst, at Framsókn er “ein havnaflokkur afturat”, sum á skræðuni glitrar sum ein liberal frælsisvón, men í veruleikanum virkar sum ein ad-hoc flokkur hjá Javnaðarflokkinum, hvørs uppgáva er at fokusera uppá onnur segment av veljarafjøldini, sum sosialistisku flokkarnir ikki røkka til. Og so nógv slanguolja er seld, at í dag er Framsókn tann sterkasti av teimum smærri.

Tað hevur mangan fingið meg at hugsa “hvør er hvat?” í politikki. Vinstra og høgra er brúkt at lýsa fólk og flokkar, men í veruleikanum er tað ógvuliga trupult at lýsa politikk soleiðis. Tað eru sera nógvar meiningar, og eisini nógv yvirlapp millum fólk og flokkar. So tað er ikki nemt at gera sær eina greiða mynd.

Einaferð las eg eina stutta hugleiðing(1) hjá Niels Una Dam um, hvat er høgra og vinstra. Beint út provokerandi, sum honum dámar tað best, segði hann: “Vinstra og høgra snýr seg um sjónarmið. Um vit skulu seta tað upp heilt einfalt, so velja tey vinstravendu at taka útgongustøði í, at menniskjan er góð og arbeiðssom“ og “Høgra síða snýr seg um tað umvenda, at taka støðið í tí myrku og óndu síðuni á menniskjanum“. Tá hugsaði eg, at tað var langt úti av honum at hava eitt slíkt sýni á menniskju fyri teirra hugsjón.

Seinni, tá ið eg fekk sindur av áhuga fyri politikki, innsá eg, at hann hevði kanska grein í sínum máli. Møguligt hann hevur lisið ella hevur áhuga fyri tankunum hjá Machiavelli, Hobbes, Rousseau, John Locke og ørðum heimspekingum sum filosoferaðu um menniskja og hennara náttúru.

Hesir tankar eru t.d.: “Eru vit menniskju fødd tóm, rein og óskalað, og vera síðan eitt úrslit av samfelagum og umhvørvinum vit eru í?”, ella er nakað genetiskt viðføtt, sum liggur óbroytiligt í okkara náttúru? Eru vit grundleggjandi góð ella bara primitiv dýr?

Sjálvur haldi eg, at vit eiga at síggja menniskjuna, sum hon er, og ikki sum vit kundu ynskt, at hon var.

At hava eina idé um, hvussu vit menniskju eru, er ein av grundleggjandi tankunum ein eigur at gera sær fyri at finna út av, hvar man stendur politiskt. Tí hevur man eina støðutakan til, hvussu vit eru og uppføra okkum, so hevur man eitt útgongdsstøði.

Tað var ikki fyrrenn eg las um ástøðið hjá búskaparfrøðinginum Thomas Sowell um tey tvey menniskjasýnini (visiónirnar), at eg gáaði um týdningin. Í stuttum vísir hann á, at tað er ov veikt at tosa um høgra og vinstra. Hann kallar tey tvey menniskjasýnini “constrained” og “un-constrained”, altso tað avmarkaða og óavmarkaða menniskjasýnið/-visiónina. (2) (3) (4)

Her er eitt yvirlit yvir munirnar millum visióninar.


Óavmarkaða/utopiska visiónin Avmarkaða/tragiska visiónin
Sær menniskjanátturuna sum nakað, ið kann evnast til og kann broytast til nakað perfekt Sær menniskjanáttúruna sum sjálvsøkna, havandi feilir og vera óbroytiliga
Meta um lógir eftir teirra endamáli Meta um lógir eftir teirra útfalli
Trúgva at samfelagið skal stýrast av teimum skilabestu fólkunum undir røttum fortreytum Trúgva at politikarar eru vanlig menniskju, sum hava somu feilir sum øll onnur fólk, men leggja dent á at halda maktirnar í samfelagnum atskildar og verja einstaklingin.
Fyritrekkja, at fólk vera motiverað av ósjálvsøkni og sínámillum trúfesti. Stúra ikki fyri motivatiónini fyri, hvat einstaklingar gera sínámillum, so leingi tað er til gagns fyri báðar partar
Síggja kriminalitet og rasimsu sum eitt uppalt fyribrigdi Síggja kriminalitet og rasimsu sum ein part veikleikanum við menniskjanáttúruni. At vit eru sjálvsøkin, feilbær og óbroytilig
Síggja marknaðin sum eitt fyribrigdi, ið tænir bert serligum áhugamálum, og tí skal stýrast til at tæna “fólksins vilja” Síggja marknaðin sum eitt stórt organiskt netverk, ið svarar aftur uppá inntriv. Ávirkaðan av endaleysum valum hjá einstaklingum.
Søkja javnrættindi við at fordeila líka til øll, hóast tað merkir at nógv vera fyri órætti og frælsið verður skert Søkja javnrættindi við at bjóða fólki frælsi at velja.
Vísa á, at irrationell menniskju eru orsøkin til, at vit skulu velja tey sterkastu og klókastu at stýra okkum Stúra ikki fyri, um vit menniskju eru rationell ella irrationell. Leggja dent á, at vit øll eru menniskju og hava tí øll eina óperfekta náttúru.
Sentralisering, planlegging, utopi, fólksins ogn, fólksins vilji Desentralisering, egið incentiv, óperfekt, ognarrættindi
Staturin er týdningarmiklari enn einstaklingurin Staturin skapar einstaklingin Einstaklingurin og hansara rættindi eru týdningarmiklari enn staturin. Staturin er ikki annað enn mongdin av einstaklingum.

Tey flestu vita innast inni at vit eru ein samanrenning millum umhvørvi og uppruna. Í tjúgundu øld vóru ekstremarnir á báðum uppfatanum dyrkaðar fult út í ávísum londum. Millum annað vóru Nationalsosialistanir í Týsklandi rættiliga upptiknir av eugenics (ættarrøkt, genetikki), og tað hevði nakran ræðuligar fylgjur fyri tey, sum ikki vóru av røttu raçu ella bóru brek.

Men tað er, sum um vit ikki kenna avleiðingarnar av, hvat hendir, tá ið vit fara í hitt borið og siga, at “øll eru líka, vit eru fødd uttan innihald og alt tað ringa í heiminum er orsakað av samfelagnum og umstøðum. Vit skulu bara broyta uppá menniskju og seta tey røttu fólkini at stýra, so fáa vit tað perfekta samfelagið”. Tað fylgir eisini av hesum, at man má gera ein sterkan (centraliseraðan) stat, soleiðis at tað ber til at stýra so nógvum lutum av samfelagnum sum gjørligt.

Sowell vísir á nógv dømi, har serliga vinstravongurin útførir politikk undir skeivum fortreytum (óavmarkaða áskoðanin). Endin er ofta, at úrslitið er ikki tað, ið var framlagt sum endamálið. Og tá ið man ikki viðurkennir menniskjanáttúruna, so ber tað til at halda áfram við at útføra politikk sum ikki røkkur málinum, og í nógvum førum fær tað katastrofalar fylgjur.

Dømi: Summi kommunistisk lond hava roynt at stýrt øllum prísum í landinum frá einari skrivstovu í høvuðsstaðnum, ístaðin fyri at lata útboð og eftirspurning seta prísin á vørunum. Hetta fyri at tæna “fólksins vilja”. Flestu fólk klára at skilja, at tað ber ikki til at stýra og áseta milliónir av prísum, tí tað er ómøguligt at hava atgongd til so nógva informatión og reagera uppá so stutta tíð. Eitt dømi: Í Sovjettsamveldinum var prísurin fyri moldvørpu góður, men eftirspurningurin lágur, so fólk keyptu ikki. Goymslurnar fyltust og stýrið fyri klædnaídnað mælti prísásetaranum til at lækka prísin, so at tað ikki gjørdist so áhugavert at veiða moldvørpur. Aftursvarið var, at “málið er ikki avgreitt”. Og hvussu skuldi tey klára tað? Umframt hesi djór, so skuldu tey taka støðu til 24 milliónir aðrar vørur.

Søgan vísir eisini, at fleiri av hópdrápunum í 20. øld vóru beinleiðis baserað uppá eina romantiska áskoðan á menniskjanáttúrina. Einaræðisharrin Mao Zeodong er kendur fyri at hava sagt “Tað er á einari reinari síðu, at tær vakrastu yrkingarnar vera skrivaðar” og sloganið hjá flokkinum hjá Pol Pot var “Bert tað nýfødda barnið er lýtaleyst”.

Vónandi er hetta vert hjá onkrum at hugsa um. Hjá mær hevur tað ið hvussu hjálpt væl uppá at kunna síggja, hvat fyri visiónir flokkarnir og fólkini hava, tá ið tey leggja uppskot fram, eru frammi í miðlunum o.a.

Verandi samgonga, rættvísgerararnir, tey salvaðu, vita júst hvat er best fyri hetta landið, og tað kann bert gerast, tá ið tey sleppa at stýra okkara lívi niður í hvønn smálut. Sum einstaklingar eru vit rusk, óvitandi og megna ikki at vera góð. Tað er bert við at leggja øll okkara rættindi og virðir niður í teirra fingrar at umsita, at vit kunnu náa einum jøvnum rættvísum samfelag. Tí tey fáau útvaldu, tey salvaðu, vita, hvat er best fyri okkum onnur.

Keldur:

  • Niels Uni Dam: Klemma eitt fólkafloksfólk
  • Thomas Sowell - A Conflict of Visions
  • Thomas Sowell - The Vision of The Anointed
  • Steven Pinker - The Blank Slate (hann kallar tað tragic vs utopian vision)

Viðmerkingar:

Í føroyskum politikki fáa vit næstan dagliga dømi um, hvørja visión okkara samgonga hevur:

  • Fiskuvinnunýskipanin
    • Sigur óbeinleiðis, at sjómenn skulu hava í mesta lagi 200.000 í løn árliga.
    • Ognartøkur í fiskivinnuni og ásetti ognarskatturin undir heitinum “fólksins ogn".
  • Høgni Hoydal og Poul Michelsen um, hvussu ferðavinnan skal stýrast soleiðis, at hon maximerar inntøkunar fyri Landskassan.
  • Framsókn (“liberalur” flokkur) vil skrúva upp fyri inntøkunum av tøkugjaldi.
  • Skattanevndin
  • Tunnilstoymið
    • Enn ein roynd at vísa, at landið er betri til at gera tunlar enn fríi marknaðurin
  • Javnstøðupolitikkurin fokus er flutt frá javnrættindi til javnstøða í útfalli