Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vísindafólk sum villleiða okkum

Hóast torskildi veruleikin ikki altíð er lættur at pakka inn í lættskiljandi setningar, so eru nærum allir veðurlagsserfrøðingar á einum máli um, at menniskjaliga útláti av fossilum brennievnum hevur elvt til og framvegis elvir til allheimsupphitingina, sum fer fram í løtuni. Tó eru tað fleiri, sum enn ivast í ella beinleiðis nokta hetta samband. Hetta kann tykjast púra burturvið. At kalla øll almenn vitan um náttúruvísindalig evni stavar jú frá gransking, og tí er áhugavert at spyrja, hvaðani hesin almenni ivin um tað, sum viðurkend gransking sigur verða satt, stavar.

Svar til hendan spurning verður avdúkað í Perluni í Havn í kvøld kl. 19.00, tá Ringrás sýnir altjóða viðurkenda dokumentarin “Merchants of Doubt” (Ivasølufólkini), ið byggir á bókina við sama navni. Og svarið er onki minni enn ótrúligt. Var tað ikki fyri ítøkiligu keldurnar, sum avdúka sannleikan, høvdu fleiri helst hildið, at talan var um “konspiratións teoriir”. Trailari til filmin sæst niðast í greinini, og leinkjan niðanfyri vísir til tiltakið á Facebook:
https://www.facebook.com/events/412540822495105/

“Merchants of Doubt” er søgan um, hvussu eitt kjarnulið av vísindafólki (ivasølufólkini) í áratíggju hava megnað at villleitt almenna fatan um átrokandi samfelags- og náttúrumál til frama fyri áhugamál hjá ídnaðarkempum og politikarum, hvørs politiksu hugsjónir og áhugamál eru goldin fyri av lobbyistum.

Háttalagið hjá ivasølufólkunum er at sáa iva og toka kjak um ymisk evni, soleiðis at ongin, uttan granskarar sjálvir, longur veit, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í málunum.

Í áratíggju hevur almenningurin verið offur fyri hesum svikaligu framferðarháttum hjá ivasølufólkunum, sum hava sátt iva um sambond millum evni sum t.d. royking og krabbamein , vandarnar við DDT, upprunan og skaðan av sýruregni, leiklutin hjá menniskjum í upphitingini av jørðinisíðan ídnaðarkollveltingina og sambandið millum fossil brennievni og veðurlagsbroytingar. Hetta hóast skjøl avdúka, at fyritøkurnar sjálvar vóru og eru væl vitandi um samanhangirnar. Fylgjurnar av hesum eru beinleiðis skaðiligar fyri almenningin og tæna einans styttskygdu, ótálmandi trongdini eftir fíggjarligum vøkstri hjá stórum fyritøkum, sum skúgva øll onnur atlit í aðru røð.

Aðalmálið hjá ivasølufólkunum er sostatt at lamma alneyðuga menning og skifti frá eitt nú fossilum brennievnum til varandi orku, tá tørvur er á júst tí øvugta.

Lutfalsliga umboða ivasølufólkini ein evarska lítlan brotpart av vísindafólkum. Men við tøttum tilknýti til valdsmiklar fyritøkur og politikarar megna tey at traðka fram í miðlum (serliga amerikonskum) eins og tey umboða ein líka stóran part av vísindafólkum sum tey, ið ávara ímóti framhaldandi nýtslu av fossilum brennievnum. Harvið fáa vit áskoðarar eina avskeplaða mynd av, hvør vanliga vísindaliga fatanin er, og brátt fara summi at ivast í, hvør sannleikin man verða.

Men hvussu kunnu nøkur fá villeiða okkum flest, so ofta, við sama framferðarhátti? Tað tykist næstan ov gott til at verða satt. Men tá ivasølufólkini í filminum sjálvi greiða frá sínum snildum, verður ein av sonnum ovfarin.

Í samband við at landsstýrisfólk okkara hava latið dyrnar upp fyri oljuleiting í Føroyum, er talan helst um ársins mest týdningarmiklu filmssýning. Kunnu vit líta á, at oljuvinnan hevur fyrilit fyri føroyskum áhugamálum, og at hon verjir okkum móti neiligu árinum av teirra virksemi? Kann ein møgulig oljuvinna ávirka møguleikan Føroyar hevur í at gerast undangonguland í at framleiga og nýta grøna orku? Er ætlanin í tráð við, at landsstýrið boðar frá, at Føroyar verða fevndar um París-sáttmálan?

Eftir sýningina verður høvi til kjak, har øll áhugaði sleppa til orðanna. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!

Ringrás