Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vísandi til grein í Norðlýsinum 14.12.2018

2018-12-17 19:59

Nú stríðsval er um formanssessin í Føroya Fiskimannafelag, ímillum sitandi formann, Jan Højgaard og Axel Hansen, stjórnarlim í Føroya Fiskimannafelag, kenni eg meg noyddan at koma við onkrum viðmerkingum til niðanfyristandandi grein.

At Jan vágar sær at brúka fiskiloyvini sum valagn, kann eg ikki lata standa ósvarað.

Axel og eg báðir sótu í hoyringsbólki fyri FF í samband við FNS. Eftirfylgjandi vóru vit, saman við formanninum í FF fleiri ferðir á fundi í Fiskimálaráðnum. Seinasti hoyringsfundur var daginfyri uppskotið fór í Tingið til 3. viðgerð. Vit vóru síðstir í røðini,-og høvdu tískil tíðina fyri okkum.

Vit stríddust sum úlvur á skóg fyri at varveita fiskiloyvini,Axel og eg báðir, Jan segði ikki eitt orð, hann visti slett ikki hvussu umfatandi hetta var, vit sótu fýra tímar og argumenteraðu ímóti løgfrøðini í FMR, við tí úrsliti at Høgni Hoydal setti løgfrøðina í Løgtinginum at kanna málið. Tað vísti seg at vit høvdu rætt, men málið bleiv samtykt við 3. viðgerð. :(

Ná men nú er støðan ein onnur. Vit skulu til sáttmálasamráðingar aftur, við tí broyting at nú eru ongi fiskiloyvi og hurðarnar til heimin hjá strámonnum stendur víðopin. Tað er fyrsta bakkkast í FNS vit sum fakfeløg skulu fyrihalda okkum til.

Eftirfylgjandi koma menningarkvoturnar og uppboðssølan. Alt hetta og meira avtrat, skuldi vit hava í huga til komandi samráðingar. Lógarkravda eftirlønin var eitt vit við vissu hildu okkum kunna fáa uppá pláss. Vit høvdu nú øll kortini á hondini til komandi samráðingar.

Føroya Fiskimannafelag hevði ongan undirskrivaðan sáttmála við ársbyrjan, tá nýggja lógin um sjófeingi kom í gildi.

Sáttmálin hjá Føroya Fiskimannafelag gekk út 1.apríl í 2017. Orsakað av at ongin visti hvat fór at henda við gjøldum av øllum handa slag, noktaðu reiðarnir at koma til samráðingarborið, væl skilligt.

Vit slerdu okkum til tols við at blíva avroknaðir eftir undanfarna sáttmála til nýggja lógin um sjófeingi kom í gildi.

Tá so nýggja lógin um Sjófeingi kom í gildi 1.1.2018, ynsktu vit at fáa Reiðarnar til samráðingarborðið. Axel og eg báðir høvdu tá eisini forlanga at vit skuldi vera við til samráðingarnar. Hetta tí Jan Højgaard, formaðurin í felagnum enn ikki hevði skilt álvaran í tí heila. Reiðarnir komu ikki til samráðingarborið. Tað leikaði mangan hart á. Hinibæði manningarfeløgini skrivaðu indir ein sáttmála. Tað gera tey sum oftast við tí servitutti, at fær FF nakað, so skulu tey hava tað sama, tað gongur tíverri bara annan vegin.

Tað var stór ósemja í FF. Axel og eg noktaðu blankt at skriva undir nakran sáttmála uttan samráðingar.

Eina svartkjaftatúrin ringir Jan Højgaard umborð, og fortelur mær at hann fór at skriva undir sáttmálan, leingja hann. Eg má siga sum er, eg bleiv púra paff, men spurdi hvat f.... hann hugsaði fyri sær??....Eg fekk bara tað til svar, at tað kundi gera tað sama hvat eg og Axel søgdu, tí teir vóru 5 fyri og vit bara 2 ímóti.

Eg skal virða demokratiina, men fari at brúka sama demokratiska rætt, at siga mína meining.

Eg havi fleiri ferðir síðan spurt Jan hvat tað er sum fekk hann at skriva undir, tá hvørki eftirløn ella nakað var komið uppá pláss. Eg havi enn onki svar fingið.

Hetta er IKKI eitt álop á Jan, hetta er fyri at verja føroyska fiskimannin.

Mortan G. Berjastein
Sjómaður