Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



2012-10-04 16:34

Skulu vit lata Havnina flyta úr Havnini?

10. Nov 2012

Ungar familjur hava ikki ráð at seta sær búgv, tí...

Gamla bakaríið hjá Frants sum tónleika og listadepil

08. Nov 2012

Sum kunnugt er stórur tørvur á betri umstøðum til tónleikarar,...


Nýtt fróðskaparsetur við Marknagil

06. Nov 2012

Fróskaparsetur Føroya fekk í 1990 frá Tórshavnar kommunu, eitt øki...

Havnin er býurin, vit vilja búgva í

02. Nov 2012

Tað er gleðiligt at Bústaðarfelagið (gamli Húsalánsgrunnurin) hevur fingið heimildir...


Sankta Frans skúli

01. Nov 2012

Sankta Frans skúli, eisini nevndur Nunnuskúlin, varð vígdur 8. des....

Enn eri eg ungur og enn í góðum lag

29. Okt 2012

Tey ungu eru tað dýrabarasta vit hava, men tað tykist...


Føroyar eru miðskeiðis í Norðuratlantshavinum við einum ómetaligum lívfrøðiligum margfeldni í sjónum, og sum kunnugt er fiskivinnan høvuðsvinna.

25. Okt 2012

- Tað er tí...

Mentanarmiðpunktið í Føroym

20. Okt 2012

Tórsgøta og umhvørvið har um...


Grønt ella svart

12. Okt 2012

Orkumál er ein týdningarmikil samfelagsspurningur. Meir enn 90% av orkunýtsluni í Føroyum kemur av...

Livandi list og vælferð

10. Okt 2012

Hesum vil eg arbeiða fyri: at Reinsaríið, sum...


Tað góða hugskotið

07. Okt 2012

Stuðla vit í nóg stóran mun teimum góðu hugskotunum, sum...

Høvuðstaðurin í Norðuratlantshavinum.

26. Sep 2012

Ein livandi høvuðsstaður er ein fólkaríkur staður, har fólk í...


Uppskot.

23. Sep 2012

Pengarnir eru játtaðir og verkætlanin samtykt til Tórsvøll. Men nú tá okkara...

Nú fekk Tórshavn eitt spælistað

20. Sep 2012

Nú er endiliga tikin avgerð um at vit...


Vit eiga at raðfesta tónleikin.

18. Sep 2012

17. septembur 1983 var dagurin Perlan varð tikin niður. Tað...

Fær barn títt røttu avbjóðingina?

18. Sep 2012

Fólkaskúlin eigur at vera eitt stað, har barnið fær avbjóðingar,...