Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Virðislønir valdast

2020-01-31 16:06

Um hálvan januar handaði mentamálaráðharrin virðislønir til teirra, ið hava gjørt vart við seg í mentanarlívi okkara.

Allir virðislønarvinnararnir høvdu heiðurin søtliga uppibornan, og sum vant varð nógv gjørt burturúr, og hátíðarløtan varð varpað út beinleiðis til alla tjóðina.

Kr. 150.000 vórðu latnar honum, ið fekk mentanarvirðisløn landsins.
Kr. 75.000 vórðu latnar honum í fekk heiðursgávu landsins.
Kr. 50.000 vórðu latnar einum forlagi sum sømdargáva.

Men hetta vóru ikki einastu virðislønir, ið vórðu handaðar í januar 2020.

1. januar handaði fiskimálaráðharrin virðislønir til teirra, ið hava gjørt vart við seg í høvuðsvinnu okkara.

Virðislønirnar vóru vinnuloyvi, ið veitt vóru fyritøkum fyri eitt tólv ára skeið. (Mett verður leysliga um tølini, og roknað verður við jøvnum býti millum reiðaríini. Hóast tað neyvan er rætt, skuldi samlaða upphæddin verið á góðari leið):

Fyri loyvi í Barentshavinum vórðu latnar:

Kr. 320.000.000 til 1. reiðarí
Kr. 320.000.000 til 2. reiðarí
Kr. 320.000.000 til 3. reiðarí

Fyri loyvi til uppisjóvartilfeingið vórðu latnar:

Kr. 1.200.000.000 til 1. reiðarí
Kr. 1.200.000.000 til 2. reiðarí
Kr. 1.200.000.000 til 3. reiðarí
Kr. 1.200.000.000 til 4. reiðarí

Øll vita, at summi reiðarí eru at finna í báðum bólkum, og øll vita eisini, at útlendskur ognarskapur er í reiðaríum í báðum bólkum, sum hava fingið kvotuvirðislønir landsins.

Men her hjá okkum var eingin beinleiðis sjónvarping og einki alment hátíðarhald.

Kanska var rimmar gildi í Hollandi? Og á norðurlandinum í Íslandi?

Hví man tað vera soleiðis statt í landi okkara?

Árni Dahl