Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Virðing fær tann, ið hevur virðing uppiborna

2021-05-07 23:56

Hví skelvur sosialráðgevarafelagið í brókunum?

Tað er ongin ivi um, at barnaverndartænastunar skulu hava virðing, sum øll onnur, men virðing er ikki nakað ein bara fær, tað er nakað ein ger seg verdan til. Hetta merkir ikki at vit skulu venda tað blinda eyga til. Skulu embætisfólk ikki yvirhalda lógir?

Eftir øllum at døma er tað ikki átaluvert at fakfelagið leggur persónliga eftir tveimum tinglimum, sum einans hava sett spurningar til eina skipan. Tinglimirnir hava sett spurningar við nøkur tøl, sum liggja alment frammi. Hava teir, sum tinglimir, ikki skyldu til hetta?

Tað undrar okkum at fakfelagið ikki gleðist um at tað verður varpa ljós á barnaverndartænasturnar kring landi. Burdi fakfelagið ikki víst gleði yvir at tað verður varpa ljós á hetta evnið, tá fakfelagið vil vera við at barnaverndartænasturnar arbeiða á rættan hátt, og tá hetta kann verða viðvirkandi til at pástandurin hjá fakfelagnum verður prógvaður? Hvat ræðist fakfelagið í hesum førinum? Er nakað undir teppinum, sum ikki má koma fram?

Tølini vísa á at barnaverdartænasturnar kring landi ikki seta nøktandi tiltøk í verk viðvíkjandi fyribyrging, og tøl lúgva ikki.

Hesi tøl eru viðvirkandi til at størri fokus verður á fyribyrgjandi fyriskipanum, sum barnaverndartænasturnar hava møguleika at seta í verk.

Er tað ágangur at tað verður varpa ljós á at tølini vísa at tað ikki verður gjørt meir burturúr fyribyrgjandi fyriskipanum? Er hetta viðvirkandi til at barnaverndartænasturnar ikki fáa møguleika til at gera sítt arbeiði til fulnar?

Eftir øllum at døma hava barnaverndartænasturnar onga ábyrgd. Barnaverndartænasturnar taka ongar avgerðir, men tað eru barnaverndarnevndirnar og høvðusbarnaverndarnevndin. Verða hesar avgerðir altíð hildnar?

Barnaverndartænasturnar gera fakligu kanningarnar, sum síðan verða lagdar fyri barnaverndarnevndina til støðu takan áðrenn málið kann leggjast fyri høvðusbarnaverndarnevndina. Støða verður tikin út frá hvat niðurstøðu barnaverndartænastan er komin til. Er tað so ikki ábyrgdin hjá barnaverndartænastuni, hvat, hví og hvussu?

Fakfelagi vil eftir øllum at døma, frásiga sínum limum alla ábyrgd og leggja ábyrgdina á barnaverndarnevdina og høvðusbarnaverndarnevndina. Tað er sikkurt rætt at tað eru hesar nevndir, sum hava ábyrgdina av at tryggja at barnaverndartænastan setur øll tiltøk í verk, og tryggjar at lógin verður fylgd. Tað skulu vit ikki seta okkum sum dómara yvir hvør hevur hvørja ábyrgd.

Felagið vil hava meira ljós varpa á hvussu vit kunnu seta meira hjálp og stuðul til familjurnar, sum hava tørv á tí. § 15 í barnaverndarlógini sigur hvørjar fyribyrgjandi fyriskipanir skulu/kunnu setast í verk, og er hon heilt greið. Barnaverndartænasturnar hava allar hugsandi møguleikar at seta hjálp inn.

Tað eru altíð tvær síður av hvørjari sak, og fakfelagið skal altíð verja sínar limir, men tað vil ikki siga at ongin kann seta spurnartekin við hvat fyrigongur í almennu/kommunnalu fyrisitingini?

Tað undrar okkum størrliga at sosialráðgevarafelagið tekur hesar spurningar, sum eitt persónligt álop. Spurninganir eru til skipanina, og ikki eitt persónligt álop á sosialráðgevarar. Vil sosialráðgevarafelagið virkuliga hava at tað skal vera skert talu og skrivifrælsi tá tað kemur til barnaverndartænastuna?

Ella er tað kanska, sum tað gamla orðatakið sigur: Hann er sekur, ið at sær tekur.

-Familjuhjálpin