Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Virðiligan tóna, takk!

Straffeloven § 266 b

· § 266 b Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år.

Ordaskifti í løgtinginum!

Í sambandi við orðaskiftið og kjak um hjúnarbandslóg og familjurættindi v.m., tykist tað sum nakrir løgtingsmenn, ístaðin fyri at tosa um sakina ella málið sum heild, alment niðurgera bólkin við aðrari seksuellari orientering - tey samkyndu.    

Ístaðin fyri at hugleiða breitt, seta spurnartekin og kjakast um, hvørt familjulívstílur og barnauppaling er uppbyggjandi, við atliti til børnini, verður ein ávísur samfelagsbólkur niðurgjørdur. Orðaval og tónalag ljóðar soleiðis. 

Tað ber til at viðgera og tosa um familjur, - heim, foreldur og børn, út frá ymsum sjónarhornum, ymsum trivnaðarstøði og nógvum variantum...... bæði ‘på godt og ondt’ - íroknað variantin við samkyndum foreldrum, uttan alment at niðurgera fólk og bólkar, so sum vit tykjast gera og sum straffilógin 266b umrøður og verjir ímóti.    

Vit hava loyvi at meina júst tað vit vilja um hesi viðurskifti, - um lívstíl, um familjur og hvat vit halda vera best, eins og vit eisini kunnu hyggja inneftir, taka í egnan barm, og meta um okkara egni leiklutur, sum foreldur, slerdi til.

Men tað vísir seg sum nakrir løgtingslimir, heldur enn at halda seg til málið og kjakast ideologiskt, átrúnaðarliga, uppalingsfakliga og analytiskt um lívsstíl, foreldraleiklutir og úrslit, niðurgera og ‘traðka á’ ein ávísan bólk, okkara samkyndu.

Hevði roknað við átalu frá tingformanninum og í seinna lagi, at sakin/niðurgerðin bleiv kærd og latin dómsvaldinum - við støði í revsilógini paragraff 266b.

Vit eiga ikki at góðtaka hetta kjakstøðið og henda tingtóna.

Bergun Kass, býrádslimur fyri Framsókn.