Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Virðið fría samráðingarrættin

Í Føroyum eitur tað, at vit hava frían samráðingarrætt, tvs at lønarkarmur og allir lutir í sáttmálunum eru til forhandlingar hjá hvørjum yrkisfelag sær. Hetta er ikki tað, vit uppliva í lønarsamráðingunum í dag, og einasta demokratiska stríðsamboðið, yrkisfeløgini hava at mótmæla við og trýsta krøv okkara ígjøgnum við, er verkfall. Tí stuðla vit Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í teirra stríði.

Tað er upp á tíðina, at heilsu- umsorganaryrkini, sum enn í mestan mun verða røkt av kvinnum, verða vird fyri tað, tey eru; lívsneyðug arbeiði fyri allar borgarnar í samfelag okkara, og at lønini og starvsviðurskiftini annars eru á hædd við ta ábyrgd, sum liggur á øllum stigum í heilsu- og umsorganaruppgávunum, tí tað er ein sannroynd, at fleiri bólkar í heilsuverkinum, sum er, eru alt ov lágt løntir.

Vit heita sostatt á Fíggjarmálaráðið um, at taka upp aftur veruligar samráðingar við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar.

Heilsurøktarafelagið
Bioanalytikarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Kost- og føðslufelag Føroya
Ljósmøðrafelag Føroya
Fysioterapeutfelag Føroya