Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Virðið av fiskivinnuni kann fleirfaldast

2019-12-15 18:48

Umsetningurin í fiskivinnuni kann økjast við fleirtals milliardaupphæddum komandi sjey árini, um vit bera okkum rætt at. Hetta krevur, at greið mál verða sett fyri fiskivinnuna, at vitan verður uppbygt og útbreidd, og ikki minst at svangir íverksetarar sleppa til verka.

Vit hava alt, ið skal til fyri at fleirfalda umsetningin í fiskivinnuni. Eina fantastiska góða rávøru. Heimsins bestu fiskimenn og nógv vælskúlað og vællærd arbeiðsfólk. Skal verulig ferð setast á menningina í fiskivinnuni, mugu vit taka nýggja vitan til okkara, og út frá hesum framleiða vørur, ið liggja ovast í virðisketuni. Hetta eru tær vørurnar, sum brúkarin fegin rindar munandi meira fyri. Nevnast kann, at eitt kilo av ávísum fiskaproteini kann seljast fyri væl yvir 8.000 krónur, so her er nógv at heinta, tá hugsað verður um øll túsundtals tonsini av fiskaproteinum, vit útflyta árliga.

Atgongd til rávøruna er lykilin

Tað er ein stór avbjóðing at umstilla fiskivinnuna frá einum ídnaðarbúskapi til ein veruligan alheims vitanarbúskap. Tí er tað alneyðugt, at vit føroyingar leggja eina heildarætlan og taka nøkur felags tøk. Skulu vit veruliga seta ferð á menningina í fiskivinnuni og framleiða vørur, ið kasta nógv av sær, eitt nú heilivágsvørur, so er alneyðugt við íverksetarum í fiskivinnuni. Lykilin til at fáa íverksetarar í fiskivinnuna er atgongdin til rávøruna. Hevur ein íverkseti ikki møguleika fyri at fáa fatur á rávøru, tá hann hevur funnið fram til eina nýggja og lønsama vøru, tá er eingin eggjan hjá íverksetaranum at fara í gongd, og viðførir tað, at tað verða ikki framleiddar nevniverdugar vørur í Føroyum, sum brúkarin er villigur at gjalda mest fyri. Hetta merkir víðari, at óansæð hvør fær rættin til at veiða fiskin, so mugu treytir setast í veiðiloyvinum, so virkir á landi, ið eru førar fyri at framleiða eina lønsama vøru fáa fatur á einari rávøru við góðari góðsku og til ein kappingarføran prís.

Fløskuhálsar í fiskivinnuni

Fiskivinnan kann bólkast í trý: Veiða, framleiðslaog søla.

Føroyingar eru millum teir fremstu, tá talan er um veiðu og harvið at fáa rávøruna til hølvdar. Vitanina um tann livandi fiskin, hava vit uppbygt gjøgnum langa tíð, og við hesum hava vit grundarlag fyri eini burðardyggari veiðu.

Tað er serliga í framleiðsluliðnum, at menningarmøguleikin liggur, og tað er framleiðsuliðið, sum er fløskuhálsurin, tá ið vit skulu fleirfalda fiskivinnubúskapin. Allur heimurin er okkara marknaður, og vit hava eitt óavmarkað tal av møguleikum til at menna fiskavørur.

Seinastu tríati árini er nýggj tøkni komin, sum ger tað møguligt at økja um vitanina um matvørur og heilsuvørur. Hóast henda vitan er økt kolossalt seinastu tríati árini, so hava vit í Føroyum ongantíð tikið hesa vitanina til okkum. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit ikki framleiða fiskavørur, sum liggja ovast í virðisketuni og sum kasta mest av sær. Hetta eru vørur, ið geva brúkarum góða heilsu, góða vælveru og góðar upplivingar – við øðrum orðum, funktionellar vørur.

Hvat skal til fyri at fleirfalda virðið av fiskivinnuni

Vit mugu seta okkum greið mál fyri at fleirfalda virðið av fiskivinnuni. Gera eina missión og visión fyri fiskivinnuna og við hesum sjónliggera fyri bæði samfelagnum og fiskivinnuni, hvat vit ynskja við okkara fiskivinnu. Eitt av málunum, vit kundu sett okkum, var, at fiskivinnan skal hava ein umsetning á minst 20 milliardir um sjey ár. Eitt annað mál, vit kundu sett, var, at talið av vælskúlaðum og vællærdum arbeiðsplássum á landi skal økjast við minst 500 arbeiðsplássum.

Harnæst mugu vit uppbyggja vitan og fáa vitanina útbreidda til viðkomandi aktørar. Hóast vit hava nógvar vitanardeplar í Føroyum, eitt nú innan jarðfrøði, heilsu- og havfrøði so hava vit ongan vitanardepil innan fiskavørur. Ein fiskavørudepil má setast á stovn bæði fyri at uppbyggja vitan í fiskavørum og til at førleika fólk til fiskivinnuna á landi. Hesin depil kann spjaðast um landið, og harvið vera við til at geva lív í ymsu økjunum í Føroyum.

At enda mugu íverksetarar eggjast til at arbeiða við fiskavørum. Íverksetarar hava serliga stóran týdning fyri samfelagið í tíðarskeiðum, har tað eru stórar broytingar. Tað er ofta lættari hjá nýggjum fyritøkum at taka nýggja tøkni og nýggjar arbeiðshættir í brúk, og á henda hátt ávirka framleidnið og vælferðina. Nýggjar fyritøkur økja trýstið á verandi fyritøkum til at vera meira úrslitagóðar og at koma við nýggjum vørum og tænastum.

Ein heildarætlan fyri fiskivinnuna vil gagna bæði núverandi og komandi aktørum í fiskivinnuni. Núverandi fyritøkur innan fiskivinnuna fara lættliga at fáa vælskúlaðið og vællærd fólk til teirra fyritøkur, og harafturat fara tær at fáa møguleika at keypa “lønandi vørukonseptir”, sum íverksetarar hava funnið fram til. So statt ein vinn, vinn støða.

Styrkja Fiskivinnuráðið

Núverandi Fiskivinnuráð umboðar í høvuðsheitum ymiskar fakbólkar innan veiðu og ráfisk, og kann tí sigast at vera eitt “fiskiveiðuvinnuráð”. Skulu vit fleirfalda virðið av fiskivinnuni, má Fiskivinnuráðið styrkjast við viðkomandi førleikum innan vitanarframleiðslu. Ein langtíðarætlan má eisini gerast, sum ger visiónina til veruleika, og leiðir okkum til at náa ásett mál.

Janet Fríða Johannesen