Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vinstra ella høgra?

2019-03-21 10:10

Ein spurningur, sum ofta verður settur mær, er: “Hvar ert tú á í politiska spektrinum?” Vinstra, høgra ella miðjuni? Tað, sum eg plagi at royna at greiða frá, er, at eg ikki rættiliga nýti handan stigan. Tað eru ymiskar orsøkir til tað; fyri tað fyrsta, so siga hesir titlar ikki nakað bestemt, men kanska heldur forvirra fólk, tí tey inseta sína egnu uppfatan av, hvat vinstra ella høgra er, og tann uppfatanin er heilt víst ikki tann sama sum mín.

Vit kunnu spyrja, hvat fyri politikkur, tú meinar umboðar vinstra og hvat umboðar høgra. Fer man og spyr eina rúgvu av fólki hesar spurningar, so kemur ein neyvan til eina greiða niðurstøðu um, hvat er vinstra og høgra. Søguliga hevur tað eisini oftani veri klutur í, síðan heitini fyrstu ferð vóru nýtt í Frankaríkið í 1789. Tey til høgru stuðlaðu kongi, tey til vinstru stuðlaðu kollveltingini.

So, ístaðin fyri at grundgeva fyri einum politiskum máli fyri og øðrum eftir, ber tað álíkavæl til at geva eina meiningsfulla mynd av, hvar man liggur politiskt. So vit skifta brillur, júst sum NASA. Góða gamla Hubbel-rúmdarteleskopið, sum hevur víst okkum fantastiskar myndir av rúmdini í nærum 30 ár, verður skift út við James Webb-rúmdarteleskopið í 2021. Meðan Hubbels bert kann síggja í bylgjulond 0,1-1 μm, so kann James Webb-teleskopið síggja í bylgjulongd 0,6 til heili 27 μm. Hetta loyvir James Webb at kaga heilt aftur til alheimsins upphav.


Mynd: Ein partur av James Webb rúmdar-teleskopinum.

Fyri at svara spurninginum um vinstra vs høgra við hesum nýggju brillum - So brúki eg ástøðið, sum er útarbeitt av Thomas Sowell og seinni Steven Pinker. Ístaðin fyri at bólka í vinstra og høgra, so bólka vit nú í tvær typur av menniskjaáskoðanum: Tann óavmarkaða visiónin og tann avmarkaða visiónin.

Við hesi flokking hyggja vit at tveimum áskoðanum á menniskjanáttúruna. Tí kann man siga at vit fara aftur til útgongdstøðið, og út frá tí kunnu avgera, hvørja støðu man hevur í hvørjum einstøkum politiskum máli.

Eftir mínum tykki, so hoyra tey allarflestu til tí óavmarkaða áskoðanina. Tað vil siga størsti parturin av teimum, sum lýsa seg sjálvi sum vinstravend, men eisini ein fittur partur av teimum sum lýsa seg sum høgravend.

So lat okkum finna út av, hvat er hvat.

Avmarkaða áskoðanin

Í tí avmarkaðu áskoðanini er menniskja altíð avmarkað samsvarandi síni náttúru, tað er í vitan, vísdómi og dygd. Við øðrum orðum: Vit eru óperfekt, sjálvsøkin og ikki óendaliga góð. Fyri tey, sum hava avmarkaðu áskoðanina mugu hesar avmarkingar mugu viðurkennast, tá ið vit smíða og evna okkara samfelag.

Óavmarkaða áskoðanin

Í tí óavmarkaðu áskoðanini eru allar avmarkingar orsakaðar av samfelagnum, sum vit liva í. Vit eiga tí ikki at loyva hesum forðingum í at mynda tað perfekta samfelagið. Um bara vit broyta okkara samfelag, so verður alt til tað betra og rættvísið sigrar. Kendu orðini hjá Rousseau “Menniskjað er føtt frælst, men er allastaðni í leinkjum”, lýsa sera væl hesa sjón.

Í hesum liggur, at menniskjað er føtt reint og er bert myndað av samfelagnum. Menniskjað er hugsað at hava óavmarkað potentiali og skal bert evnast (ella manipulerast) fyri at røkka hesum máli.

Javnstøða/javnrættindi

Fyri at taka okkurt dømi úr rúgvni av evnum, sum eru ymisk fyri hesar báðar áskoðanirnar, so velji eg at taka javnstøðu/javnrættindi, sum hevur verið eitt sera aktuelt evni í nógv ár.

Heitini javnstøða og javnrættindi vera í dag nýtt hvørt um annað, uttan at fólk geva sær stundir at hugsa nærri um, hvat orðini merkja og hvør munur er á teimun. Tað er himmalvíður munur á, hvussu hesi heiti verða fatað av teimum við óavmarkaðu áskoðanini og teimum við avmarkaðu áskoðanini.

Tey við avmarkaðu visiónini síggja javnrættindi sum alneyðug og javnstøðu sum nakað at stremba eftir, men ikki sum mál í sær sjálvum. Tí tað ber ikki til at fáa bæði.

Milton Friedman segði tað soleiðis: “Eitt samfelag, sum tekur javnstøðu fram um frælsi (javnrættindi), fær hvørki javnstøðu ella frælsi. Men eitt samfelag, sum tekur frælsi fram um javnstøðu fær ikki javnstøðu, men eitt samfelag, sum er nógv javnari enn øll onnur samfeløg undan teimum”.

  • Javnrættindi (equality of opportunity)
  • Javnstøða (equality of outcome)

Tey við tí óavmarkaðu visiónini síggja sjáldan nakran mun báðum hugtøkum.

Javnstøða merkir “líka deiling”, uttan mun til aðrar faktorar. Javnstøða verður brúkt sum um tað er hagfrøði ella støddfrøði, vit tosa um. Til dømis siga feministar, at tað skulu vera líka nógvir menn sum kvinnur, ið arbeiða við at savna rusk. Fifty/fifty, tað er kriteriið fyri, at rættvísi kann sigra. Men fyri at skapa sovorðin úrslit í hagfrøði ella støddfrøði, so mugu variablar og konstantar tillagast, fyri at roknistykkið skal spýta út tað “rætta” úrslitið.

Og tað eru hesir variablar og konstantar, sum vit kunnu skilja sum javnrættindi. Um øll roknistykkir ikki nýta somu reglar, so hava vit ikki javnrættindi meira. Millum visiónirnar er semja um, at øll skulu vera líka, men spurningurin er bara, hvat skal vera líka. Meðan tann avmarkaða visiónin meinar við prosessina/roknistykkið, so meina tey við óavmarkaðu visiónini, at tað er úrslitið, sum skal vera líka.

Enntá tá ið tað er væl skilt ímillum hesi bæði hugtøkini, er tað stórur munur á, hvat visiónirnar meina. Fyri tí avmarkaða visióninia er tað galdandi, at so leingi at prosessin er tann sama, verði tað seg til eina starvssetan ella í rættinum, so ert tað rættvíst, um starvsfólkaumsókninar vera viðgjørdar eins, og í rættinum, at vit eru líka fyri lógini. Men fyri tey, sum hava óavmarkaða visión, er tað órættvíst at nýta somu kriteriir millum fólk, har stórur munur er á, hvussu ríkidømi, útbúgving, kulturell bakgrund v.m. er. Fyri tey merkja javnbjóðis møguleikar somu sannlíkindi fyri líka úrsliti.

Frá gerandisdegnum eru nógv dømi at heinta nú um daganir. Samgongan er í stóran mun sett í verðina til at fremja sosiala stýring yvir fólkinum. M.a segði Sonja Jógvansdóttir herfyri:

“Vit hava kvotuskipan á fjarleiðum og vit umhugsa at innføra kvotaskipan á nærleiðum. Men vit áttu avgjørt eisini at innført kvotaskipan á landi, og harvið við lóg syrgt fyri, at kvinnur og menn eru javnt umboðað í nevndum og ráðum bæði hjá tí almenna, men eisini í privatu vinnuni.”

Nýggjasti spírin hjá Tjóðveldinum, Hervør Pállsdóttir, er á somu linju, tá hon í sínari talu til Femifagnað endar sína røðu soleiðis:

“Føroyar eiga at vera eitt samfelag, har allir borgarar hava somu rættindi og møguleikar. Men vit fáa ikki javnstøðu, um vit ikki kollveltandi broyta samfelagsstrukturin. Vit fáa ikki javnstøðu, um vit ikki bróta fedraveldið niður samstundis. Vit skulu ikki skipa okkum undir verandi skipan, men gera eina nýggja skipan, ið byggir á onnur virði og lívsáskoðanir, enn hon ger í dag. “

Onnur dømi

Niðanfyri er ein samandráttur settur í eina talvu, har munurin millum visióninar kemur týðiliga til sjóndar. Hóast hetta ástøðið gevur eitt gott yvirlit yvir nógvar felagsnevnarar, ið hesir bólkarnir standa fyri, so er tað tað sjálvandi vert at nevna, at tað eru ikki øll, sum fella sum fótur í hosu í annan bólkin. Einki er eitt hundrað prosent, men tó haldi eg at hetta ein ógvuliga beinrakin lýsing av teimum stóru ideologisku konfliktunum í okkara tíð, t.v.s. seinastu hundrað árini.

Óavmarkaða/utopiska visiónin Avmarkaða/tragiska visiónin
Sær menniskjanátturuna sum nakað, ið kann evnast til og kann broytast til nakað perfekt Sær menniskjanáttúruna sum sjálvsøkna, havandi feilir og vera óbroytiliga
Meta um lógir eftir teirra endamáli Meta um lógir eftir teirra útfalli
Trúgva at samfelagið skal stýrast av teimum skilabestu fólkunum undir røttum fortreytum Trúgva at politikarar eru vanlig menniskju, sum hava somu feilir sum øll onnur fólk, men leggja dent á at halda maktirnar í samfelagnum atskildar og verja einstaklingin.
Fyritrekkja, at fólk vera motiverað av ósjálvsøkni og sínámillum trúfesti. Stúra ikki fyri motivatiónini fyri, hvat einstaklingar gera sínámillum, so leingi tað er til gagns fyri báðar partar
Síggja kriminalitet og rasimsu sum eitt uppalt fyribrigdi Síggja kriminalitet og rasimsu sum ein part veikleikanum við menniskjanáttúruni. At vit eru sjálvsøkin, feilbær og óbroytilig
Síggja marknaðin sum eitt fyribrigdi, ið tænir bert serligum áhugamálum, og tí skal stýrast til at tæna “fólksins vilja” Síggja marknaðin sum eitt stórt organiskt netverk, ið svarar aftur uppá inntriv. Ávirkaðan av endaleysum valum hjá einstaklingum.
Søkja javnrættindi við at fordeila líka til øll, hóast tað merkir at nógv vera fyri órætti og frælsið verður skert Søkja javnrættindi við at bjóða fólki frælsi at velja.
Vísa á, at irrationell menniskju eru orsøkin til, at vit skulu velja tey sterkastu og klókastu at stýra okkum Stúra ikki fyri, um vit menniskju eru rationell ella irrationell. Leggja dent á, at vit øll eru menniskju og hava tí øll eina óperfekta náttúru.
Sentralisering, planlegging, fólksins ogn, fólksins vilji Desentralisering, egið incentiv, ognarrættindi
Staturin er týdningarmiklari enn einstaklingurin Staturin skapar einstaklingin Einstaklingurin og hansara rættindi eru týdningarmiklari enn staturin. Staturin er ikki annað enn mongdin av einstaklingum.
Tjóðveldi, Framsókn, Javnaðarflokkurin, partar av Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýri Partar av Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og møguliga Miðflokkinum og Sjálvstýri
Sirið Stenberg Jóanis Erik Køtlum
SDemokratia, KvF, Gallup, Amnesty ?

So næstu ferð, tú ert í kjaki við onkran um politikk, ístaðin fyri at vera fyri og ímóti ávísum politikki, so kanst tú nýta møguleikan at fara undir yvirflatuna av grundgevingum og royna at síggja, hvørja undirliggjandi trúgv viðkomandi hevur um síni medmenniskju. Í øllum førum er tað eitt gott boð uppá, hvussu tit kunnu fáa eina gevandi samtalu.

Og fyri at fáa tað uppá pláss, so síggi eg meg sjálvan at vera ógvuliga samdan við teirri avmarkaðu visiónini.

Keldur:

Thomas Sowell: A Conflict of Visions, Ideological Origins of Political Struggles
Thomas Sowell: The Vision of The Anointed
Steven Pinker: The Blank Slate: The Modern Denial of Human Nature
Javnstøðupolitikkur hjá verandi samgongu:
https://www.amr.fo/fo/kunning/fragreidingar-og-alit/fragreidingar-og-alit-2016/javnstodupolitikkur-ti-tad-loysir-seg/
Røðan hjá Hervør Pállsdóttir:
http://lesarin.fo/roda+hildin+a+femifagnadi+2019.html