Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

VINNUPOLITIKKUR: Út við stillstandi – inn við virðisøking og vælferð

2015-08-08 16:53

Ábyrgdarfullir politiskir flokkar mugu finna saman eftir løgtingsvalið til at fremja grundleggjandi nýskipanin av fiskivinnuni, har ið virðisøking er lyklaorðið

Einastaðni inni í politisku maskinuni verður traðkað harðliga á bremsuna.

Hetta er fremsta orsøk til stillstand, og at eingin breiða semja er gjørd um fiskivinnunýskipanina, ið er so bráðneyðug fyri Føroya land.

Tað órímiliga er, at ein meiriluti á tingi helst kann semjast um eina skilagóða nýskipan av fiskivinnuni, men ein tungur fótur fær loyvi til at halda fram at bremsa.

Eftir løgtingsvalið 1. september mugu og skulu ábyrgdarfullir flokkar finna saman um at gera nýskipanina. Fóturin skal takast av bremsuni.

Nýskipan tryggjar vøkstur og vælferð

Mong lond í Europa hava framt alneyðugar nýskipanir, tí vælferð er í vanda – annahvørt tí búskaparvøksturin er víkjandi, ella tí at trýstið á vælferðarskipanir er ov stórt. Ella bæði.

Sama støða er í Føroyum. Vit mugu og skulu nýskipa fyri at hava ráð til at hava heilsuverk, almannaverk, skúlaverk og aðrar vælferðartænastur koyrandi til gagns fyri øll.

Hvat er at gera? Jú, tað fyrsta er at nýskipa fiskivinnuna. Ein skilagóð fiskivinnunýskipan kann økja útflutningsvirðið og harvið inntjeningina til føroyska húsarhaldið generelt. Vøkstur fíggjar felags vælferð.

Nýggj marknaðaratgongd er avgerandi

Nýskipanin eigur m.a. at áseta, at øll rávøra, ið verður fiskað í føroyskum havøki, kemur til lands. Og so skal hon virðisøkjast mest møguligt.

Treytin fyri at kunna selja virðisøktar fiskavørur er, at Føroyar hava nógv betri handilssáttmálar, primert við ES, ið er besti marknaðurin. Landsstýrið arbeiðir hart fyri hesum, og tað er rættur politikkur.

Siktið er, at búskapurin økist, at fyritøkur blóma, og at føroyingar allir skulu merkja ágóðan.

Ómetaligir møguleikar

Um ábyrgdarpolitikarar tora at ganga hesa leið eftir valið, opnast ein nýggjur heimur av møguleikum fyri okkum í Føroyum.

Nýggjar fyritøkur, arbeiðspláss og arbeiði til allar virkisførar hendur.

Føroyar kunnu eisini flyta seg frá at vera rávøruleverandørur til onnur og yvir í ein vitanarbúskap. Nýggj størv í einari vinnu, ið eksporterar hávirðismatvørur til brúkarar um allan heim. Ringvirkningar í okkara vinnulívið fara at gera okkara land til eitt smørhol fyri ambitiøsar fyritøkur og fólk.

Ber hetta til? Svarið er ja. Og treytin er, at vit tora.

Fóturin skal av bremsuni.

Bárður Nielsen, løgtingsmaður

Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið

RN