Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Vinnufyritøkur og íverksetarar betri umstøður

2020-10-14 08:17

 

Tórshavnar kommuna hevur eina rúgvu at góðum vinnufyritøkum og íverksetarum í kommununi, og eigur kommunan at tryggja at øll hesi hava góðar og nøktandi karmar at arbeiða út frá. Ímillum annað kann nevnast at tær størru fyritøkurnar hava tørv á at endurnýggja seg, og tí hava fleiri fyritøkur stóran tørv á vinnustykkjum í kommununi. Tórshavnar kommuna skal verða við til at tryggja vinnuni betri karmar, og eigur Tórshavnar kommuna avgjørt eisini at finna hóskandi økið, har vinnan kann endurnýggja seg, við fleiri vinnugrundstykkjum.

 

Smærri fyritøkur og íverksetarar hava skulu eisini hava betri karmar at virka undir, og eiga vit at geva teimum smærri fyritøkum og íverksetarum eina hjálpandi hond. Tað vísir seg at verða trupult hjá smærri fyritøkum og íverksetarum at fáa hóskandi hølir til hóskandi prís, har tey kunnu hava sítt virksemi. Eg fari at arbeiða fyri at Tórshavnar kommuna leggur lunnar undir at pláss er fyri hesum smærri fyritøkum, og at íverksetarar fáa ein møguleika at starta sína fyritøku, uttan at keypa dýrar bygningar osv. Eg fari at arbeiða fyri at Tórshavnar kommuna finnur eitt hóskandi økið, har tað kann byggjast ein høll við fleiri avdeilingum, tvs ein bygning har smærri fyritøkur kunnu leiga eina avdeiling til goymslu, umframt eitt kontór/te køk, hettar hevði hjálpt sera nógv um hjá smærri fyritøkunum, og hevði eisini stimbra og hjálpt okkara íverksetarum, sum ynskja at stovna egna fyritøku.

 

Eg fari at leggja orku í at hettar gerst veruleiki, og ynski at vit í Tórshavnar kommunu tryggja okkara vinnu bestu umstøður, soleiðis at vinnu fyritøkur og íverksetarar hava góðar møguleikar at framhaldandi trívast í Tórshavnar kommunu.

 

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin