Vinnan vísir vegin!

 Hagstovan boðar í dag frá, at “fyrra hálvár 2012 hava vit innflutt fyri góða mia. meir enn í fjør.”  

Hetta er ein øgilig øking, tí í longdini er tað ikki sunt fyri føroyska búskapin, at vit innflyta meira, enn hvat við útflyta fyri, men tað er heldur ikki neyðugt at fara í panikk. Hyggja vit at tølunum, er meginparturin av stóru upphæddini einstakar íløgur, t.d. airbussurin. Ítøkiliga er vøksturin í skipum og flogførum 895 mió. kr.

 

Kelda: hagstovan

 

Airbussinum sleppa vit undan komandi ár, so tá verða tølini longu øðrvísi.

 

Ónøgdin hjá andstøðuni

Um vit skulu taka nakað neiligt burtur úr tølunum, er tað sjálvandi nýtslan hjá húsarhaldunum. Tað tykist tíverri, sum flatskatturin ikki hevur sett gongd í nýtsluna hjá húsarhaldunum, tí tey keypa fyri 13 mió. kr. minni enn í fjør. Sambært Landsbankanum er orsøkin tann, at fólk eru afturhaldsinnað. Ein av orsøkunum kann vera neiliga umrøðan, sum flatskatturin hevur fingið í fjølmiðlunum. Fólk aftra seg, tí andstøðan hevur sátt og dyrkað eina ótolandi ónøgd, sum ger, at fólk ikki tora at gera íløgur – sjálvt um tey hava lutfalsliga fleiri pengar um hendur.

 

Kelda: hagstovan

 

Um vit framvegis lata andstøðuna dyrka neiligu tølini í handilsjavnanum, fari eg ístaðin at hyggja at jaligu broytingunum.

 

Vinnan

Tað er eingin loyna, at vinnan hevur gjørt stórar íløgur seinasta árið. Serliga, kunnu vit nevna uppisjóvarvirkið á Tvøroyri, sum kostaði omanfyri 200 mió. kr. Tað sigur seg sjálvt, at vinnan ikki liggur inni við so dýrum tilfari á goymslu, sum eitt so stórt og modernað virkið hevur tørv á. Tískil verða levarandørarnir noyddir at innflyta tilfar.

 

Hetta sæst eisini aftur í tølunum, tí um vit hyggja at tilfari til “annan ídnað” og “maskinur og amboð”, hava vit innflutt fyri 170 mió. kr. meira í ár, samanborið við í fjør. Hetta samsvarar eisini væl við kostnaðin av nýggja uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri.

 

Um vit síðani hyggja at vøkstrinum av løngarútgjaldingunm, er tað greitt, at tað er samsvar millum innfluttar vørur og øktar lønarútgjaldingar.   Lønargjaldingararnar frá februar 2012 til juli 2012 eru øktar við 37 mió. kr. Somuleiðis vóru 330 fleiri løntakarar í mai í 2012, samanborið við november 2011.

 

Bjartskygni

Tað er vert at hava í huga, at tølini hjá hagstovuni eru bert fyri fyrra hálvárið í ár, tvs. tá eru tølini fyri makrelin ikki við. Somuleiðis er tað eingin loyna, at prísurin á makrelinum er størst í mánunum august og september. Av somu orsøk hava nógv skip ikki fiskað, tí vinnurekandi bíða altíð eftir besta prísinum.

 

Og tann prísurin er nú!

 

Harafturat kann nevnast, at uppisjóvarvirkið á Tvøroyri er bygt. Sostatt verður tað ikki neyðugt hjá levarandørunum at innflyta meira tilfar.

 

Samanumtikið eri eg øgiliga bjartskygdur fyri komandi hálva árið, tí hóast andstøðan sáðar og dyrkar mistreysti, vísa tølini fyri arbeiðsloysi og lønarútgjaldingar nakað annað. Arbeiðsloysið minkar, løngarútgjaldingarnar vaksa, og tað tykist, sum stórur partur av vinnuni hevur fingið treystið aftur.

 

Tað hevur núverandi samgongan partvís heiðurin fyri, men tað kemur til eina og hvørja tíð at vera vinnan, ið vísir vegin!

 

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin