Vinnan í Tórshavnar Kommunu

2012-10-29 23:44

Vinnan í Tórshavnar kommunu!

Vinnan í høvuðsstaðnum er við at skapa fjarstøðu til restina av landinum. Ein kann spyrja seg sjálvan um hetta er í lagi ella natúrligt. Svarið er helst ikki einfalt, so tað sleppur at bíða til eina aðru ferð. Vit kunnu bert staðfesta, at so er!

Tað er eyðsæð, at Havnin má fáa meiri privata vinnu. Sum nú er, so er meiri enn helmingurin av lønum í Havn frá almennari síðu. Alt gott um alment starv, men eg hugsi ikki, at hetta skapar nakran fíggjarligan framburð. Tað hevur stóran týdning, at javnvág er millum alment tænastuvirki og privatu vinnuna.

Tað er langt síðani at nakar nevnuverdur fiskaroykur hevur verið í Havn, hví hetta er, so veit eg ikki, men tað ein sannroynd, at fiski- & alivinnan hevur heima aðrastaðir, enn í Havn!

Vit hoyra dagliga um royndir ella ætlanir, at flyta almennar stovnar úr Havn, út á bygd. Kanska skulu vit flyta flakavirkir til Havnar fyri at náa eina javnvág. Ella – sjálvandi - vit økja um privatvinnuna í Havn, soleiðis at javnvág fæst tann vegin. Her mugu nýggjar vinnur finnast!

Vit eru í altjóða øldini, har tøkniliga menningin og altjóða samhandil gongur við rúkandi ferð. Havnin má kýta seg fyri at kappast og tilpassa seg í hesum umhvørvinum. Vit skulu leggja okkum eftir vinnum til heimsmarknaðin, 7 milliardir møguligir brúkarir!

Neyðugt er við breiðum samstarvi millum vinnulívið, almennar stovnar, útbúgvingarstøð og granskingarumhvørvi til tess at skapa hesar nýggju vinnurnar!

Her er tørvur á einum skapanarumhvørvið Ein skapanardepil í breiðastu merking. Eg haldi, tað hevði verið áhugavert at gjørt eitt slíkt stað, fyri vinnuna, listina og ítróttin. Eitt umhvørvi har talent kunnu arbeiða, gera royndir og menna góð hugskot. Vit skulu arbeiða fyri at geva uppfinnarum, talentum og øðrum evnaríkum góðar umstøður, ráðgeving og íblástur til at menna hugskot og evnir til vøru, tænastu ella listaverk.

Fyrsta stig er ein skapanardepil, mannað við íblásarum frá ymsum fakum t.d. verk-, lista-, lóg-, havfrøði o.s.fr. sum hevur skrivstovur, tøkni, verkstøð, íbúðir og framsýnigarstøð har endaligu úrslitini kunnu roynast móti veruleikanum.

Tí er tað umráðandi, at Tórshavnar kommuna setir á stovn eina deild fyri vinnumenning og vinnustuðul. Deildin skal mannast av fakliga skikkaðum íblásarum, sum kenna eitt talent, tá ið tey síggja eitt. Sum duga at dyrka hugskotini og talentini frá eyðmjúkari byrjan til fullfloygda útskriving!

Deildin skal eisini leggja seg eftir at hála nýggjar vinnur til kommununa og stuðla verandi vinnum. Føroyingar ella onnur úti í heimi, sum hava talent ella vitan, sum mett verður at vera áhugavert, eiga at veðra leitað upp og fáa tilboð um høli í skapanardeplinum. Haðani kann arbeiði gerast fyri egna ella aðra fyritøku, men vit fáa fólkini, vitanina og talentini heim aftur.

 

Sámal Ímundarsson, valevni Tjóðveldis