Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

VINNA OG KOMMUNUR TAKA HEIMSMÁLINI TIL SÍN

2019-02-04 18:33

Tjóðveldi skipaði í februar 2018 fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um tey 17 burðardyggu heimsmálini hjá ST og læt tey eisini týða til føroyskt. Síðan hevur eitt nú skúlaverkið í Føroyum tikið tey til sín, og týskvøldið 6. februar eru tey á breddanum í Spaniastovu í Klaksvík.

Aðrastaðni hava eisini kommunur og vinna tikið heimsmálini til sín og sett ferð á menningina. Tað sæst aftur í dagsskránni til ymisk tiltøk í Keypmannahavn í hesum døgum.

Burðardyggar bústaðir

Í dag var framløga á skránni í Blox-bygninginum. Dansk Arkitektur Center og Rambøll hava skrivað eina frágreiðing um 11. heimsmálið, sum snýr seg um burðardyggar loysnir fyri búsetingar í býum og bygdum. Politikarar á Christiansborg, kommunur og vinnufyritøkur hava tikið stig til at fáa frágreiðingina gjørda.

Hetta er fyrsta støðulýsingin í Danmark av einum av heimsmálunum og øllum teimum undirmálum, sum hoyra til tað. Steen Hildebrandt, professari, segði, at torført er at ýta av og seta sær framtíðar mál, um vit ikki vita, hvar vit eru stødd. Tí varð frágreiðingin gjørd.

Lítil ivi er um, at vit í Føroyum høvdu havt gagn av eini lýsing, sum snýr seg um at byggja tryggar bústaðir fyri ein líkinda prís.

Sterk vinnulig støða

Danska stjórnin hevur skipað eina ráðgevandi vinnuliga nevnd, sum nevnist “Ráðið fyri samfelagsábyrgd og heimsmál.” Hesum greiddi Kristian Jensen, fíggjarmálaráðharri, frá á samkomu í gjár. Hann er eisini ábyrgdari fyri heimsmálunum.

Hann helt, at danskur ídnaður og vinna hava stórar møguleikar fyri at skapa sær eina sterka vinnuliga støðu viðvíkjandi burðardyggum loysnum og vísti á vindmylluídnaðin í Danmark sum dømi um, hvussu politisk og vinnulig átøk saman kunnu skapa framskygda menning.

Nýggja nevndin skal veita stjórnini ráð um, hvussu hon best stuðlar upp undir ein tílíka vinnuliga menning.

Herfyri var eisini eitt tiltak í ST-býnum, sum liggur við Norðurhavnina. Hetta er norðurlendskt sæti fyri ymsar ST-skrivstovur. Høvi var at hoyra um átakið SDG Accelerator. Tað er eitt samstarv millum vinnulig meginfeløg og ST, sum menna eina skipan til smærri og meðalstórar fyritøkur, ið vilja seta eina burðardygga kós.

Trettan fyritøkur vórðu heiðraðar fyri ymisk átøk, sum øll stuðla upp undir burðardygga menning.

Broyttur hugsunarháttur

Dagsskráin hjá ST snýr seg fyrst og fremst um at broyta hugsunarháttin hjá fólki, so vit fara betur um lívið á jørðini og tryggja eina hóskandi javnvág millum nattúru og menniskju. Summi mál hava størri skund enn onnur, og veðurlagsátøk eru millum hesi, tí í veðurlagsárinini eru stór og hóttandi nógvastaðni.

Bæði á landi og ikki minst á sjógvi eru ST-heimsmálini viðkomandi fyri Føroyar, og tí er at fegnast um, at tann burðardyggi hugsunarhátturin vinnur seg alsamt meira fram eisini í Føroyum.

Les meira her: www.dac.dk/viden/baseline