Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vindorkuverkið Millum Tjarnir fremur ikki grønu virðini

2020-05-29 06:32

Einar grønar Føroyar mugu verja perlurnar í føroysku náttúruni: Vindorkuverkið Millum Tjarnir fremur ikki grønu virðini

Ætlaða staðsetingin hjá SEV av vindmyllulund í økinum Millum Tjarnir á Eiði gongur ímóti grøna endamálinum, ið skal eitast at liggja aftanfyri hesa orkuútbygging. Føroya Fuglafrøðifelag vil við hesum vísa á avgerðandi viðurskiftir, sum ikki eru í lagið.

Atlit verður ikki tikið til missin av margfeldi í samband við tílíkar orkuútbyggingar. Gamaní verður ein umhvørvislýsing gjørd, men Umhvørvisstovan sýnist ikki ynskja at taka atlit til, at hetta er eitt serstakt og ríkt fuglaøki, har fleiri hótt búfuglasløg reiðrast. Grundað á kanningar í økinum metir Føroya Fuglafrøðifelag, at missurin av føroyskum náttúrumargfeldi við staðsetingini av vindmyllulund Millum Tjarnir kann blíva væl størri, enn hvat grøna orkan frá hesum vindmyllum kann rættvísgera.

Arbeiðslagið ber brá av, at Føroyar ikki hava náttúrufyrisiting. Um umhvørvismál veruliga skulu vera partur av avgerðini um staðseting av vindorkulund, átti umhvørvismeting at verið gjørd væl frammanundan, at spakin verður settur í. Málið var komið so langt áleiðis, at illa vendist aftur. Hetta verður serliga ein trupuleiki tá ið sami stovnur, Umhvørvisstovan, bæði skal vara av orkumál og umhvørvismál. Umhvørvisstovan kemur í andsøgn við seg sjálva, tá ið deildin Vernd skal veita umhvørvisgóðkenning til arbeiði, sum deildin Orka undir somu lon longu hevur tikið undir við. Tað tykist okkum greitt at nátturuvirðir hava sera lága raðfesting í byggimálum. Tá ið náttúrufyrilit koma á borðið aftaná, at avgerðin um bygging longu er tikin, hava tey onga veruliga ávirkan á avgerðina. Lógarverkið hevur tí tørv á einari gjøllari dagføring, sum staðfestir, at náttúran í Føroyum er okkara felags arvur, sum eisini skal latast í hendurnar á komandi ættarliðum.

Føroya Fuglafrøðifelag hevur vælvild og forstáðilsi fyri tí týdningarmikla politiska málsetninginum, at Føroyar skulu framleiða meira av grønari orku. Flestu føroyingar munnu vera samdir um, at tað er neyðugt at vit sum frá líður gerast meira leys av kolvetnisorku. Men perlur í føroyskari náttúru skulu ikki oyðileggjast fyri at náa hesum málinum.

Vegna
Føroya Fuglafrøðifelag
Svein-Ole Mikalsen, formaður
Jón Aldará, næstformaður