Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vindmyllupark á Eiði

2021-03-26 00:27

 Nú nógv verður tosa um vindmyllupark á Eiði, kundi eg hugsa mær at gjørt viðmerkingar til hetta máli.

Í 1985 / 86 vóru tað gjørdar kanningar av fugli nær vatninum, eitt danskt felag hevði biði um at hesar kanningar vóru gjørdar. Tað var eisini politiskt uppi, at friða øki runt vatni og naka væl afturat, hesum var nokk ikki undurtøka fyri, hetta var á leið 1987 / 88.

Tað vóru um hetta mundi fitt av fuglasløgum har á leiðini, Rógv og Tjaldur vóru búðfuglar, annars vóru Mási, Rita, Helsa Reyði, Fjallamurra, Lógvi og Drunhvíti. Nú eru ikki nógv sløg eftir av búðfugli. Ravnur og Kráka er nógv av, hetta er øllum kunnugt rovfuglur, skytir tú Ravn / Kráku so vil eg upplysa, at “Nevatollur ikki er avtikin” hetta merkir at syslukontórini skulu gjalda fyri hvørt nev.

Venda vit so aftur til SEV, ja so hava teir tiki ein stóran part av haga til vatnsamling, tunnul er boraður frá Veðranesi og norð til Vatni á Eiði, um teir hava bora tunnul líka norð til Norhavið, tað sast javnan at SEV sleppur stórum nøgdum av vatni út á sjágv. Noran fyri sjálvt SEV verki ersprongt grót burtur har vatni kemur út, og endar á sjónum, SEV skuldi eisini fyngi harar átalur, tað er IKKI hegna runt um har vatni kemur út, ongar fráboðanar koma tá vatni verður slept á sjógv, baði Turistar og fólk sum hava áhuga fyri nátturini eru vorðin alvorliga skakaði av, at tey hava verði á veg norður eftir, ja so vit eitt stendur froyðurin út úr fjallinu. Vit sum búgva í Ljósá og Eiði syggja hvussu stórar mongdir av vatni fara til spillis.

SEV fekk loyvi at taka alt vatni, og hvørja á, er so ikki minsta kravi frá borgarum í Eiðis Kommunu, at SEV eisini nytur 100% av allari vatnorkuni. Sum støðan er í dag koyrir verki ikki 100% effektivt, tað skuldi verði álagt SEV at uppgradera eiðisverki so resultati ikki er 80% men at nytslan skal verða 100%.

Tað verður eisini tosa nógv um grøna orku, eitt er grøn orka, men um vit skilja tað ratt, so skulu eisini byggjast goymslur til streymin, hetta verður gjørt við at stór battarí skulu nytast, nú kann tú ikki kalla hetta grøn orka meira, nú kallast tað svørt orka, og sum kemur at dálka meira enn tað ger í dag. Hetta er eisini galdandi fyri elbilar, hvør skal taka ímóti øllum battaríðinum, skulu hesi sløgast úti ella standa við vegkantin og dálka, nei kæru lesarar, tað sum atlanin er at gera, tað er at landsins mynduleikar, bilasølur, SEV koma at eitra náttúrina meira, vit skulu bert eini 5 til 10 ár fram, so koma vit at syggja árinini av stórari dállkjing frá øllum bataryðinum, skulu vit hava grøna orku, ja so skulu landsins mynduleikar beinanvegin gera lóg fyri burturbeining av tí stóru dálking, og sum kemur at byta okkum í halan um stutta tí.

Eg trúgvi ikki at nakar er ímóti grønari orku, men so skal tað verða grøn orka sum IKKI skal standa fyri 65% av allari dálking, áheitan til SEV er púra klár, vísi okkum orkutølini fyri sev verki á Eiði, og vís okkum hvussu nógv vatn fer gjøgnum tunnulin og direkta á sjógv.

Eg má siga, at eg eri hart ímóti at vindmyllunar verða uppsettar, hetta orsaka av, at tað er eingin grein lóg um burturkast av battaríðum. Politikarar verða kroystir at siga gott fyri vindmyllunum og elbilum. Fyrsti priotetur er, at SEV og allar bilasølur, ja alt føroya fólk skulu hava greiðar reglur fyri burturbeining av sterkt dálkandi battaríðum.

Mín vón er at SEV kann framleggja tøl fyri nytsluni av verkinum her norðuri, og ikki minst at SEV vísir hvussu nógv tons av vatni fara óbrúkt á sjógv.

Tá hetta er ávíst, og vit fáa vissu fyri, at náttúran og tað fuglalívi eisini verður vart, ja so kunnu vit byrja at tosa aftur um vindmyllupark á Eiði, eina grøna park sum er 100% rein.