Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vinarlig heilsan til Svenning av Lofti

2020-06-09 15:02

Skilligt er at Svenning av Lofti øtast við at nakar kan verða ímóti at ”uttanríkismálaráðharrin” Jenis av Rana vil staðseta umboðsstovu í Jerusalem. Men heldur enn at taka í forsvar eitt rasistiskt hernaðarstýri skipað av zionistum, ið støðugt leggur eftir og hevur sum ednamál at utrudda palestinska fólki, vildi ein mett at kristna læran um næstrakærleika og trúgv á Várharra og Jesus hevði størri megi í sálini, og tí vildi sett til viks allan ógerning mótvegis øðrum menniskum.
Eitt eru heilag søgulig støð í Miðeystri og Palestina, ið vísa á serstakar hendingar, og annað er einsíðis og ókritiskar tulkingar av átrúnaðarligum boðskapi, ið vanligt vit og skil allarhelst átti at fingi tankar bendar á eina menniskaliga rætthugsandi kós, og ikki at falli fyri diktatoriskum ella harðrendum atburðum.
Men so er opinbart ikki hjá øllum kristnum innan ymsu samkomurnar í landinum, og verður tað so eftir míni áskoðan ikki til serstakan sóma.

I Danmark finnist felag nevnt Dansk Palæstinensisk Venskabsforening. Har eru hvønn dag frásøgnir um óhugnaliga ágangin á palestinar. Í dag verður sagt frá um einkuna Aisha Hijazi, ið situr eftur við 8 børnum, at í morgun komu teir – hermenn umboðandi stjórnina hjá Netanyahu – við maskinum og amboðum at ríva hús hennara í hertikna býarpartinum Silwan í Eysturjerusalem niður - sjá mynd frá hendingini.
Aisha og børnini vóru drigin út úr húsinum, og bert tveir tímar seinri var ikki annað eftir enn ein stór rúgva av byggitilfari. Aisha og 8 børnini vóru tá alment sætt heimleys.
Dømi her er bert eitt av mongum, ið sigur frá tí terrorvirksemið, misnýtslu, forfylging og etnisku utreinskan palestinar eru fyri hvønn einasta dag í hersettu økunum – Gaza, Vestari áarbakki og høvuðsstaði teirra Al-Quds / Eysturjerusalem.

Í dagsins fesku tíðindum í Haaretz hevur tíðindamaðurin Victor Kattan grein við yvirskriftini ”Uppfunnir palestinar og innføddir jødar” og orsøkin til ognartøkuætlanina og hví tað er tidningarmikið at heimurin steðgar Netnyahu innan tað er ov seint.
Hesa grein eigur Svenning av Lofti at lesa, og skilja, at heimurin er ikki so einstáttaður sum han kanska ynskir hann at verða.

https://www.haaretz.com/israel-news/.premium-why-the-world-must-stop-netanyahu-before-it-s-too-late-1.8905737?fbclid=IwAR29AMT1Dxlj3_6Q1v53VpprN5dIHxTSr_SQcsO4cAvGs-msP0TxQmRsmyI