Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vinarbólkar ... - Pardon my French, men What a Load of Shite

Vaksnamanna-projektið, ið er vinarbólkar, er eitt, úr enda í annan, sosialt, kunsturligt uppfinnilsi.

Tað er ikki tí, at børn ikki dáma børn. Næmingar næmingar. Eiheldur er tað so, at børn sum so hava eina meining um, dáma ella ikki dáma vinar- ella spælibólkar í sjálvum sær—bæði heiti eins lítilsvirðandi og annað.

Men tað, børn ikki dáma, er at vit vaksnu aftur nú, aftur her, enn einaferð!, gera eina tilvitaða roynd at seta seg á teirra gerandisdag, teirra lív.
Minutiøs stýring grundað á ótta og grundleggjandi misálit, tað er, hvat hetta er.

Børn fáa ikki frið longur. Tey fáa ikki frið fyri tykkum, serliga tykkum, goggandi mikromammur, sum partú skulu koma við enn eini sosialt konstrueraðari atgerð, ið faktiskt noyðir børn at tilpassa seg ávís "tolsemis"-hugtøk og PC-desainaðar lívsstílsáskoðanir, bert tit halda vera umráðandi.

Tey, børnini, vilja bara fáa frið. Serliga. Fyri. Mammum.
Sum er, ganga tey í skúla. (Tað er neyðugt—sosial fyriskipan ella ei.)
Tey ganga til hondbólt í Hoyvíkshøllini, til skótar við Havnará, ríðing og tónleik. Alt gott við tí. Super, enntá.
Í mun til skúlagongd er her talan um frítíðarvirksemi. Tí frívilligt. Og tí er konstruktiónin ikki meiri følsk, enn at tú til einhvørja tíð kann melda teg úr hesum sama virksemi. Men óansæð eru so ikki nakrir vinarbólkar ella spælibólkar hjá H71 ella gulu skótunum. “Tað endar, tá tað endar”...

Frítíðarvirksemi ella ei: eftir skúlatíð er teirra tíð. Eftir skúlatíð er skúlafrí.
So, minus tað, "at ganga til okkurt", sum foreldrini og børnini saman semjast um, lat so eisini tíðinia eftir skúla vera barnsins tíð--við teim skyldum og fornoyilsum, tey annars hava, men í mun til familjuna og tey, hon er ein partur av.

Børn hava rætt til og brúk fyri sjálvi at skapa alliansur, at navigera seg fram ímoti teimum, tey halda, tey mest hava hug til og brúk fyri at vera saman við. Lat tey!
Endamálið við vinarbólkum er, siga upphavsfólkini, “at fáa børnini at upptraðka á einum øðrvísi palli; at fáa tey at verða meiri rúmlig.”
Hmmm, eg sum helt, at børn vóru ríkiliga rúmlig, sum er.
Og so tað, sjálvandi, at enn ein... pallur skal fáa børn at verða meiri “rúmlig”, hvat tó tykist mær, í besta føri, at vera so avbera søkt og infantilt.

Nei, heldur snýr tað seg hjá hesum ráðaríku vaksnu, nakrir lærarir og nøkur foreldur, ið lata seg lokka av fyrrnevndu, at liva seg ígjøgnum okkara børn og fáa tey at vera rúmlig... altso, soleiðis sum tey vaksnu vilja hava, børnini skulu vera tað.

Eg kann heilsa hesum grópandi barnastýrarum, at ein góður flokslærari vil altíð, við sniðfundigum og kraftamiklum arbeiði, við kontinuerligt at arbeiða í tí smáa, við ógvusligum nærlagni frá fyrsta skúlaminutti, og hartil ávirkanarríkum foreldrasamstarvi, fáa ein vælvirkandi flokk.
Ein sosialt samansjóðaður flokkur uttan systematiska arging ella happing.
Og, ein vælvirkandi flokkur er ikki ein flokkur, har allir næmingar eru bestu vinir ella virða hvønnannan, men ein flokkur, har næmingarnir góðtaka hvønnannan, eru siðiligir og samstarvsfúsir.
Har allir næmingar kenna seg tryggar og merkja, at teir eiga eina aktiu í flokkinum.

Um eisini vinir, um eisini fullvegis virðing sínámillum... super!, men virðilig vinarsambond millum børn er nakað, børn sjálvi skulu finna útav.
Vitonnur, tey vaksnu, skulu bert síggja til, at tey børn, vit hava evstu ábyrgd og umsiting av, vísa vanliga ‘anstendigheit’ mótvegis hvørjumøðrum, í og uttanfyri skúlahøpi.

Okkurt, hann náði okkum!, mugu tey sjálvi sleppa at finna útav--hesi stakkala innilæstu og dirigeraðu børn.
Tað er soleiðis, børn menna seg og sítt intellektuella eg. Og tað er soleiðis, at tey fara frá bundni og eini fátæka-vitan um seg sjálvi, frá postalínsfigurum, til óveik og sjálvstýrandi individ.

So, vælsignaðu tit, Leave them Kids Alone (!)