Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vilja vit seta strangari krøv til ferðandi, mugu vit yvirtaka landslæknaembætið

2020-04-27 20:51

Korona smittan finst nú ikki millum føroyingar og einasta hóttan fyri nýggjum smittutilburðum er frá fólki, ið ferðast til landið. Tí er tað sjálvsagt, at stórt trýst er á politisku skipanina um at seta krøv til ferðafólk um tvungið sóttarhald. Vit, ið búgva her, vilja kunna liva og anda frítt aftur heima hjá okkum sjálvum, har ongin smitta er. Vit ynskja at seta somu reglur til ferðafólk sum Ísland hevur gjørt.

Spurdur, hví landsstýrið ikki setir strangari krøv og eftirlit við ferðandi, endurtekur Løgmaður sama setning – ”tí vit hava ikki heimildina”. Og hann kundi lagt aftrat – ”og vit vilja ikki hava heimildina”.

Veruleikin er jú, at hetta er danskt málsøkið. Landslæknaembætið er partur av Styrelsen for patientsikkerhed og tey hava ábyrgd av farsóttum sum Korona og øllum lógum íð hartil hoyra, m.a epedemilógini, - eisini í Føroyum.  Tað undrar meg, at miðlarnir ikki eru farnir longur inn í hendan spurning.

Sum heilsumálaráðharri arbeiddi Sirið Stenberg hart og leingi við at yvirtaka landslæknaembætið, tí hon skilti, hvussu alneyðugt tað er fyri sjúklingatrygdina at eitt so týdningarmikið málsøkið er undir føroyskum ræði. Langar samráðingar høvdu verið við danskar myndugleikar, ein semja var gjørd og tað vantaði bert at løgtingið samtykti yvirtøkuna. Men takkað verið Javnaðarflokkinum bar hendan yvirtøkan ikki á mál. Var yvirtøkan samtykt høvdu vit havt fult og heilt ræði á hesum málsøki og vit høvdu sett júst tær reglur sum okkum tørva og sum hóskar til okkara samfelag.

Seinastu vikurnar hevur Covid-19 farssóttin gjørt tað enn meir eyðsæð, at Føroyar mugu yvirtaka málsøkið ið hoyir til landslæknaembætið. Eins og við ølllum øðrum yvirtøkum so mugu tað vera føroyskir myndugleikar, ið hava innlit og skil fyri føroyskum viðurskiftum, ið gera tær reglur ið eru neyðugar fyri at vit kunnu liva og virka í okkara landi.


Gunvør Balle