
Vil tann einliga mamman ella einligi pápin koma heim aftur til Føroyar ?
2012-10-24 06:51
Vilja tey koma heim til Føroyar uttan av vita at børn teirra eru í góðum hondum ?
Vilja tey koma til heim Føroyar uttan at vita um børn teirra fáa mat á borið ?
Vilja tey koma heim til Føroyar tá ið barnagarðar ikki føra barnaattest ?
Vilja tey koma heim til Føroyar uttan at hava tak yvir høvdið ?
Í býráðnum vil eg arbeiða fyri at betra um barnagarðs viðurskiftini í Klaksvíkar kommunu, foreldur við fleiri børnum skulu hava avsláttur á tey seinnu børnini! Barn nr. 2 skulu tey gjalda 30 % minni fyri og eftirfylgjandi 50% minni fyri øll hinu børnini!
Krav skal setast til at barnaansarir í Klaksvíkar kommunu skulu vera skrásettir við barnaattest !
Foreldrið SKAL fáa stuðul frá kommununi til barnaansing um arbeiði ikki er funnið tá ið komi verður aftur til landið !
Tí hvat ábyrgd mugu tey ikki føla fyri barnið/børnum sínum ?
Við mær í býráðnum vil eg arbeiða fyri hesum málum.
Erland Sivertsen
Valevnið hjá Norðoya Tjóðveldisfelag til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu