Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tórheðin Jónsveinsson Jensen.

Vil ein møgulig uppboðssøla ávirka kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni?

2015-03-05 17:05

Teir sum tala fyri uppboðssølu siga at kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni ikki fer at ávirkast negativt, sjálvt um vinnan fær ein eyka kostnað sum kappingarneytarnir í okkara grannalondum eru fyri uttan.

Teir argumentera soleiðis: Tað handlar um hvørt vinnan klárar at forrenta sín framleiðslukostnað — og at hesin kostnaður verður í mestan mun avgjørdur av innlendis kappingini í Føroyum. Heimsmarknaðarprísurin á veiddum fiski er givin.

Víðari siga teir at prísurin á kvotum á eini uppboðssølu fer at tillaga seg soleiðis, at tey bestu reiðaríini klára at forrenta framleiðslukostnaðin fyri inntøkuna av søluni av fiskinum. Teir siga at prísurin á eini uppboðssølu vil tillaga seg soleiðis at tey bestu reiðaríini eru kappingarfør.

Teir sum tala fyri uppboðssølu konkludera so at kappingarførið avgerð prísin á uppboðsøluni, ikki øvugt. Teir byggja sínar útsagnir á eitt statiskt modell — meðan veruleikin er dynamiskur og nógv meira komplexur.

Útsagnir frá teimum sum tala fyri uppboðssølu eru sjálvandi skeivar. At siga at eyka gjald á føroysku fiskivinnuna, sum fiskivinnur í londum vit kappast við ikki hava, ikki vil ávirka kappingarførið hjá okkara vinnu negativt á altjóða marknaðum, tað er púra við síðuna av.

Peningur nýttur til at keypa kvotur á uppboðssølu hevur sama virknað sum peningur nýttur til at gjalda skatt — peningurin kann ikki bæði nýtast til skatt og samstundis til marknaðarføring ella íløgur.

Tá kvotur skulu seljast á uppboðssølu, er talan um stuttíðarloyvi samanborðið við støðuna nú og støðuna í øllum okkara grannalondum. Trupulleikin er tó at stuttíðarloyvi føra við sær at feløgini arbeiða eftir stuttíðar profit maximering, heldur enn at arbeiða langsiktað, av tí einfaldu orsøk at tey eiga ikki kvoturnar. Feløg sum ráða yvir kvotum í styttri tíðarskeið kunnu ikki gera langtíðar ílögur. Tað fer ikki at bera til at gera ílögur í nýmótans skip, sum annars er ein absolutt neyðug fyritreyt fyri at varveita eitt högt avreiðingargóðskustöði. Hetta vil víðari í virðisketuni føra við sær at fiskurin ikki kann seljast til bestu marknaðirnar, men endar á bíligari marknaðum - við öðrum orðum - eitt lægri exportvirði.

Eyka kostnaðurin vil minka um førleikan og hugin hjá fiskivinnufyritøkunum at gera íløgur í marknaðir og marknaðarføring, og at kappast um prís fyri at vinna teir bestu marknaðirnar. Hetta vil aftur so við og við føra til lægri exportprísir. Lægri exportprísir vilja síggjast aftur í lægri prísum á kvotum á eini uppboðsølu.

Til endans vil rentabiliteturin hjá føroysku fiskivinnuni minka so mikið at lánitreytir frá lánistovnum vilja síggjast aftur í hægri rentum, sum aftur lækkar um kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni á altjóða marknaðinum.

At selja kvotur á uppboðssølu er eitt vandamikið experiment at fara í holt við. Royndirnar eru sera fáar og úrslitini vánalig í flestu førum. Langt undir 0,1% av heimsins fiskikvotum vera seldar á uppboðssølu. Vit hava eitt dømi í Føroyum; tá keypti eitt kinesist felag 95% av øllum kvotunum.

Ein tílík uppboðssøla vil geva fría atgongd hjá t.d. kinesarum at yvirtaka føroysku fiskivinnuna. Tað hava fortalarar fyri uppboðssølu her í landinum tó einki ímóti, men eg haldi ikki teir hava eina breiða undirtøku har.

Endamálið í fiskivinnuni eigur at vera at hon skal geva so stórt íkast til landsbúskapin, sum gjørligt, men ein uppboðsöla vil geva eitt minni íkast til landsbúskapin enn í dag; og framyvir eitt fallandi búskaparíkast.

Tórheðin Jónsveinsson Jensen
Norðragøta