Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vidv. Tunnlar norð um fjall

2019-06-26 10:21

Ætlaði ikki at blanda meg uppí kjaki um Tunnlar norð um Fjall alment, men nú kemur tað allíkavæl.

Undirritaði er dagligur - onkrar dagar fleiri ferdir – brúkari av tunnlum norð um fjall og ongantíð havt eina óbehagiliga hending sum er nevniverd.

Skal eisini sigast at ferðslan í dag og fyri nøkrum fáum árum sídani kann ikki samanberast. Hetta hevur nógv við fremmanda & leigubilar (les turisma) at gera.

Tó í gjár bleiv eg ikki sørt skakkur, og fekk hettar meg at hugsa.

Eg kom norðaneftir, og skuldi til Klaksvíkar, tvs eg eigi at halda av fyri mótkoyrandi ferðslu. Eg síggi, at fleiri víkipláss frammanfyri meg fer ein bilur í eitt víkipláss, hesin heldur av sjálvt um hann ikki eigur. Nú kemur annar bilur inní tunnilin og eg haldi av sum vanligt. Passar seg soleidis, at eg komi at standa í sama víkipláss sum áðurnevndi fremmanda/leigu bilur og vit koma at standa “reyv í reyv”, hann hevdi koyrt somikið langt fram.

Tann bilurin eg haldi av fyri, hann fer forbí sum vanligt, men nú kemur bilur nr. 2 og eg má halda av fyri hesum eisini. Tað sær hesin fremmanda/leigubilurin ikki. Eg síggi í bakspeglinum, at hann tekur fótin av bremsuni, og byrjar at koyra út á banan óvitandi um at ein bilur nærkast vid 80 km/t.

Eg floyti, og tíanbetur steðgar hann við at koyra longur út á banan og bilur nr. 2 fer forbí uttan nakað.

Fylgjurnar av, um hesin bilur hevði rakt ein lítlan bil vid 80 km/t, tað er best at man ikki hugsar tankan lidnan.

Tað sum eisini fekk meg at hugsa aftaná, var, at eg hevði 3 børn í 12 ára aldri í bilinum.

Hettar skal ikki skiljast sum grenj, men er bert ein konstantering av ferðsluni. Tad vísur seg ferð eftir ferð, at fremmandafólkini sum koyra í hesu tunnlum ikki duga og vita hvussu man skal fyrihalda seg.

Vóni tí við hesum reglum, at avvarandi myndilekar fara undir eitt átak um at tryggja, at teir ið leiga bilar út, teir kunna hesi fremmandafólk um, hvussu man koyrir í tunnlinum norð um fjall...

Vinarliga
Runi Christiansen